Trygging við óarbeiðsføri.
Tryggingargjaldið fyri óarbeiðsføri verður tikið av eftirlønargjaldinum sjálvvirkandi. Bert fastlønt, ið rinda eftirlønargjaldið á 15,8% til LÍV, eru tryggjað.
Um limur áðrenn 67. aldur gerst 2/3 óarbeiðsførur, og tá ið óarbeiðsføri hevur staðið við í tríggjar mánaðir, verður árliga tryggingarveitingin útgoldin í mánaðarligum veitingum.
Tryggingarveitingin við óarbeiðsføri er ásett at vera 240% av inngjaldinum eftir skatt.
Inngjaldið verður roknað sum miðal mánaðarliga inngjaldið seinastu 6 mánaðirnar. Um inngoldið er styttri er 6 mánaðir, verður hetta tíðarskeiðið galdandi.
Í sambandi við nýtekning, verður veitingin ásett út frá upplýstu eftirlønargevandi lønini.