Búmerki hjá Heilsurøktarafelag Føroya

Authorisatión.

Heilsurøktarar hava autorisatión. Autorisatiónin er prógv um eina heilsufakliga útbúgving, sum gevur ábyrgd og ávís rættindi og skyldur í virkseminum. Somuleiðis er autorisatiónin prógv um ávíst útbúgvingarstig og ávísar førleikar.

Skyldan at arbeiða við nærlagni, at vera samvitskusom/samur og vísa fyrilit, verður skerpað við eini autorisatión. Tað merkir, at tú kanst missa rættin at kalla teg heilsurøktara, um tú á einhvønn hátt misrøkir títt starv. Somuleiðis kann autorisatiónin verða tikin frá tær, um mistanki er um, at tú ert til vanda fyri sjúklingar ella borgarar.

Allir heilsurøktarar skulu søkja um autorisatión

Autorisatiónin er elektronisk, fyri eitt gjald á 1.295 kr. sum tú sjálvur skalt gjalda. Tú fært eina kvittan við upplýsing um autorisatiónina og eitt autorisatións-ID við telduposti. Tá ið tú ert skrásett/ur, finnnur tú tína autorisatión við at leita í autorisatiónsregistaranum hjá danska heilsustýrinum: Sundhedsstyrelsen (sst.dk). https://stps.dk 

/https://stps.dk/sundhedsfaglig/autorisation  

 

Autorisatións-ID

Øll autoriserað heilsustarvsfólk (t.d. heilsurøktarar, læknar og sjúkrarøktarfrøðingar) skulu hava eitt autorisatións-ID.

Heilsurøktari er eitt vart heiti, ið bert má brúkast av persóni, sum hevur autorisatión sum heilsurøktari. Hetta merkir, at um tú ikki hevur autorisatión, so kanst tú ikki kalla teg heilsurøktara og ikki vera í einum starvi, sum krevur, at tú ert heilsurøktari.

Heilsurøktarayrkið viðurkent við autorisatiónini

Síðani 2008 hava heilsurøktarar kunnað søkt um autorisatión. Í Danmark er tað greitt, at við autorisatiónini bleiv heilsurøktarayrkið viðurkent, og heilsurøktarar sleppa í dag at brúka sínar fakligu førleikar í størri mun enn áður.