Búmerki hjá Heilsurøktarafelag Føroya

Mangan spurt.

Løn fyri skeivan halgidag

Hvat fái eg í løn, tá ið eg arbeiði ein "skeivan halgidag", ið ikki er sunnudagur?

Fastlønt

Vanliga tímaløn + 50% + ein frídag, sama tímatal, sum tú arbeiddi.

Tímalønt

Halgidagstímar (1,5) og sunnudagstímar (0,5) fyri at arbeiða ein skeivan halgidag 

Løn fyri at arbeiða í vikuskiftinum

Hvat fái eg í løn, tá ið eg arbeiði leygardag?

Fastlønt: Vanliga løn + leygardagsviðbót á 27,5% pr. tíma (frá kl. 06 - 24)

Tímalønt: Vanilga tímaløn + leygardagsviðbót á 27,5% pr. tíma (kl. 06 - 24)

Hvat fái eg í løn, tá ið eg arbeiði leygarkvøld?

Fastlønt: Vanliga løn + leygardagsviðbót á 27,5% pr. tíma (kl. 06 - 24) + kvøldviðbót á 23% pr. tíma (kl. 17 - 23)

Tímalønt: Kvøldløn + leygardagsviðbót á 27,5% pr. tíma (kl. 06 - 24) + kvøldviðbót á 23% pr. tíma (kl. 17 - 23)

Hvat fái eg í løn, tá ið eg arbeiði náttarvakt mánanátt (náttina til mánadag)?

Fastlønt: Vanliga løn + leygardagsviðbót + náttarviðbót á 35% (frá kl. 23 - 06)

Tímalønt: Náttløn + leygardagsviðbót á 27,5% pr. tíma (kl. 06 - 24)+ náttarviðbót á 35% (frá kl. 23 - 06)

Hvat fái eg í løn, tá ið eg arbeiði sunnudag?

Fastlønt: Vanliga løn + 50% til avspáking

Tímalønt: Vanliga tímaløn + sunnudagsløn

Hvat fái eg í løn, tá ið eg arbeiði sunnukvøld?

Fastlønt: Vanliga løn + 50% til avspáking + kvøldviðbót á 23% pr. tíma (kl. 17 - 23)

Tímalønt: Kvøldløn + sunnudagsløn + kvøldviðbót á 23% pr. tíma (kl. 17 - 23)

Hvussu vinni eg avspáking?

Fyri hvørjar 40 tímar í kvøld- og náttararbeiði eigur tú 3 tímar til avspáking.

Sunnudagsarbeiði og arbeiði halgidagar, sum ikki er sunnudagar, verður samsýnt við ½ tíma fyri hvønn arbeiðstíma.