Menning.
Á hvørjum ári skipar Heilsurøktarafelagið fyri dagsskeiðum fyri limirnar. Undirvísingin fevnir breitt, og limir kunnu koma við uppskotum og ynskjum um skeið. Skeiðini verða lýst á heimasíðu felagsins, eins og limirnir fáa boð við telduposti.
Seinastu árini hevur felagið skipað fyri skeiðum um millum annað apoplexi, diabetis, urininkontinens, tunglyndi, hjartasjúkur, rehabilitering, demens, miljøterapi, maga-tarm sjúkur, blóð/blóðroyndir/kropsvætu og linnandi røkt.
Almannaverkið, psykiatriski depilin og onnur hava seinastu árini skipað fyri ymsum tvørfakligum eftirútbúgvingum. Nevnast kann kognitiv eftirútbúgving, tvørfaklig eftirútbúgving í narrativum samrøðuhátti, tvørfaklig pedagogisk eftirútbúgving og demenssamskiparaútbúgving.