Búmerki hjá Heilsurøktarafelag Føroya

Starvsøki.

Limirnir í Heilsurøktarafelagnum arbeiða á øllum almanna- og heilsuøkinum og við fólki í øllum aldri.

Heilsurøktarar starvast millum annað:

  • á sjúkrahúsum
  • á psykiatriskum deildum
  • í sambýlum/búeindum fyri fólk við sálarsjúku
  • í sambýlum/bústovnum fyri fólk við menningartarni
  • í eldrasambýlum
  • á viðgerðarstovnum
  • í ambulantum tilboðum
  • sum stuðlar í heimum, stovnum og skúlum
  • á ellis- og røktarheimum og heimum fyri minnisveik
  • í dagtilhaldum og virkishúsum
  • í heimarøktini
  • í læknaviðtalum

Neurofysiologiassistentar starvast á kliniskari neurofysiologiskari starvsstovu.