Búmerki hjá Heilsurøktarafelag Føroya

Limaviðurskifti.

Sum limur í Heilsurøktarafelagnum ert tú við til at tryggja, at felagið kann hava eitt skrivstovuhald. Somuleiðis kanst tú á hvørjum ári velja limir í nevndina ella sjálv/ur stilla upp við tí fyri eyga at arbeiða við einum hvørjum máli, tú brennur fyri! Nevndarfundur er umleið eina ferð um mánaðin.

Fakfelagsarbeiði

Arbeiðið hjá Heilsurøktarafelagnum fevnir breitt. Vit hjálpa tær at kanna setanarskrivið og lønarviðurskifti, ráðgeva í uppsagnarmálum og í sambandi við sjúkrafráveru/arbeiðsskaða, arbeiða við at menna útbúgvingina til heilsurøktara og at betra um lønar- og sáttmálaviðurskifti og samstarva við fakfeløg í Føroyum og uttanlands. Heilsurøktarafelagið varpar ljós á viðurskifti, sum á ein hvønn hátt viðkoma okkara fakbólkum, og vit eru í støðugum samskifti við arbeiðspláss og stovnar, sum varða av limum okkara.

Skeiðsverksemi

Heilsurøktarafelagið skipar fyri skeiðum fyri limirnar. Skeiðini verða lýst á heimasíðuni.

Samráðingar

Heilsurøktarafelagið samráðist við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið um lønirnar og sáttmála- og arbeiðsviðurskiftini hjá limum okkara.

Jákupsstova

Fakfelagshúsið hjá Heilsurøktarafelagnum er í J. Paturssonar gøtu 24 . Tá ið skrivstovan er opin, eru limir vælkomnir inn til eitt kaffiprát um eitt hvørt, at lesa føroysku dagbløðini og útlendsku fakbløðini.

Álitisfólk

Tvær ferðir um árið er álitisfólkafundur. Uppgávan hjá einum álitisfólki fevnir millum annað um, at álitisfólkini kring landið skulu virka fyri best møguligum samarbeiði millum heilsurøktarar og leiðsluna. Somuleiðis skulu tey vera við til at tryggja, at lógir og reglur á arbeiðsplássinum verða fylgdar. Álitisfólkini svara lønar- og sáttmálaspurningum, ráðgeva limum, viðgera mál og fara víðari til felagið við teimum, um tey meta orsøk vera til tess. 
Meira kann lesast um hetta í álitisfólkaskipanini.