Búmerki hjá Heilsurøktarafelag Føroya

Hjartamálini.

1. Fakfólk tryggja virðið av tænastuni

Fyri at veita eina dygdargóða tænastu, sum kemur borgaranum til góðar, er neyðugt, at hava fakfólk við røttu profilunum til at nøkta tørvin á røkt og umsorgan. At dúva upp á ófaklærda arbeiðsmegi innan heilsu og røkt, vísir vantandi virðing fyri veittu tænastuni, borgaranum og fakinum.

Heilsurøktarar vilja sleppa at veita dygdargóða tænastu, har tey arbeiða á stovnum í eldrarøkt og almannaverki, á sálar- og sjúkrahúsdeildum. Tað krevur, at vit hava fleiri starvsfelagar, sum eisini eru heilsurøktarar ella hava aðra útbúgving, ið samsvarar tørvinum hjá brúkaranum. Tað er soleiðis, vit í felag kunnu tryggja virðið í røktini.

Vit mangla í alt ov stóran mun fakfólk innan røkt og umsorgan, serliga á eldra-, sosial- og serøkjunum. Hóast tað uttan iva er av neyð, at so nógv ófaklærd fólk eru í hesum størvum, so er tað onkursvegna eisini vantandi virðing fyri økjunum, at tað ikki verður gjørt meira fyri at útvega fakfólk og halda fast í teimum við at gera arbeiðsumhvørvið so tiltalandi, at hesi vera verðandi í størvunum.

2. Styttri arbeiðsvika

Skulu fólk, sum arbeiða í heilsu- og umsorganartænastu megna at vera árvakin og tilreiðar at lofta vandastøðum, tá tey eru til arbeiðis - og tað skulu tey - so er neyðugt at tey, í minsta lagi, fáa ta hvílitíð ímillum vaktir, sum lógin ásetir. Men tað er ógjørligt, tá tú arbeiðir 40 tíma viku í skiftandi vaktum. Tí má arbeiðsvikan styttast. 

Tað er ein trupulleiki, at tað bert ganga 7 - 9 tímar frá tí, at ein heilsurøktari fer heim av kvøldvakt, til hann møtir  aftur á dagvakt dagin eftir. Tí vit hava eina lóg um arbeiðsumhvørvi, sum millum annað ásetir, at fólk skulu hava frí í minst 11 tímar ímillum vaktir.

Ein onnur avbjóðing, nógvir av limum okkara hava er, at leiðslur stytta vaktir til minni enn 8 tímar, og tað ger, at tey mugu arbeiða fleiri dagar í mánaðaðin, skulu tey arbeiða fulla tíð. Hinvegin verða eisini vaktir lagdar, sum ganga yvir 10 tímar, og tá vinnur heilsurøktarin sær onga avspáking fyri kvødtímarnar, um vaktin er byrjað áðrenn kl. 14.00.

Hóast kanningar um vaktarbeiði vísa, at best er, um skiftini millum vaktirnar “fylgja klokkuni” soleiðis, at eftir dagvaktir verða kvøldvaktir arbeiddar og eftir kvøldvaktir verða náttarvaktir arbeiddar, so er ógvuliga tilvildarligt hvussu raðfylgjan er. Og hóast kanningar somuleiðis vísa, at skalt tú arbeiða skiftandi vaktir, so er best at skifta ímillum tvey vaktarsløg, so verða á nógvum støðum allar tríggjar vaktir býttar millum røktarstarvsfólk.

Orsakað av hesum og líknandi viðurskiftum, velja nógv at arbeiða niðursetta tíð. Tað gevur eina lægri lívsinntøku og harav eisini minni í eftirløn.

Neyvan er tað lætt at leggja vaktarætlan til 40 tíma viku og samstundis halda sáttmála og lóg á økinum, og neyvan er tað lætt at arbeiða fulla tíð undir verðandi treytum.

3. Javnstøða í heilsu- og umsorganaryrki

Javnstøða á arbeiðsmarknaðinum eigur at vera sjálvsøgd, eisini innan sonevndu kvinnufakini. Brúkararnir av almennum og sosialum tænastum eru menn og kvinnur í øllum aldrum, og tað hevði verið gagnligt fyri tey, um starvsfólkahópurin eisini avspeglaði tað.

Tað er av alstórum týdningi, at býtið millum menn og kvinnur innan, eitt nú, heilsurøktarayrkið er so javnt sum tilber. Tí er ein hugburðsburðsbroyting til umsorganar- og røktarbeiði, umframt løn samsvarandi ábyrgd neyðug fyri at eggja monnum til at nema sær útbúgving á økinum.

Vit vita, at menn ofta velja tær styttru og meiri praktisku útbúgvingarnar. Útfrá hesum treytunum áttu tað at verið nógv fleiri menn enn kvinnur, ið valdu útbúgving sum heilsurøktari. Helst eru orsøkirnar til ójavnvágina at finna aðrastaðni í fakinum, t.d. í arbeiðsumstøðunum og lønini.

Í arbeiðslívinum annars og í sosialum samanhangi eru vanliga bæði kyn umboðað, tí er tað ein missur fyri brúkaran, at so fáir menn eru á stovnum og heimum fyri fólk við avbjóðingum av ymsum slag.

Fjølbroytni í arbeiðsumhvørvinum kemur uttan iva øllum til góðar, eisini teimum avvarðandi og starvsfólkahópinum, sum heild.

4. Ábyrgd at kenna og virða yrkiskunnleika

Tað er okkara fatan, at arbeiðsgevarar seta seg lítið inn í, hvørjir fakligu førleikarnir hjá heilsurøktarum eru, við tí úrsliti, at heilsurøktarar nógvastaðni bert fáa tillutaðar nakrar fáar av teimum  uppgávum, tey hava førleikar til at røkja, og tað sjáldan verður søkt eftir heilsurøktarum til størv, teir væl eru egnaðir til.

Samstundis sum heilsurøktarar vera frátiknir summar uppgávur, ið liggja innanfyri teirra kompetansuøki, verða onnur sett at taka sær av øðrum uppgávum, sum eisini liggja innanfyri kompetansuøkið hjá heilsurøktarum. Úrslitið er ein ósamanhangandi tænasta til brúkaran við óneyðugum dupultfunktiónum.

Tað má vera eitt krav, at arbeiðsgevarin gagnnýtir tilfeingið fult út, og tað treytar, at hann kennir fakligu førleikarnar hjá teimum, sum verða sett í starv á heilsu- og umsorganarøkinum. Annars fara alt ov nógv gott tilfeingi til spillis, og tað hava vit, sum samfelag ikki ráð til.

5. Normering veitir trygd fyri dygd

Tað mugu vera greiðar reglur og vegleiðingar fyri, hvussu nógv starvsfólk skulu vera í mun til talið á brúkarum á stovnum og deildum innan eldrarøkt og aðra røkt og umsorgan. Í hvussu er mugu atlit takast til, at talið av starvsfólkum eisini eigur at økjast, tá fleiri búfólk leggjast afturat í einum stovni.

Tað besta hevði verið, at býtið millum fakbólkar á økjunum eisini varð gjøgnumhugsað eftir, hvat tað eru fyri tørvir, ið skulu nøktast við tænastuni, soleiðis, at brúkarin fær tað besta burtur úr tilboðnum.

Tí eigur tað at vera lógarásett, hvussu nógv røktarstarvsfólk eiga at vera í mun til búfólk á stovnum á eldra-, sálar- og serøkinum. Tað eru trupult at fáa starvsfólk til ymsu stovnarnar og heimini, og tað eru ov fá skikkað heilsufakfólk fyri at kunna veita eina dygdargóða og støðufasta tænastu.

Við einum lógarásettum tali av skikkaðum fakfólkum í tænastunum, er dygdin av tænastuni eisini tryggjað.

6. Løn sambært ábyrgd og førleikum

Lønin hjá heilsurøktarum stendur als ikki mát við ábyrgdina og kompetansuna, hesin autoriseraði fakbólkurin borgar fyri. Tað skulu meira enn vanligu sáttmála- og lønarsamráðingarnar til fyri at fáa hetta í rættlag. Politisk raðfesting er partur av loysnini.

Vilja vit hava skikkað starvsfólk til økini, so mugu og skulu lønnirnar upp.

Tað eru dømi um, at heilsurøktarar fara í onnur, betri lønt størv ella nema sær hægri útbúgving innan røkt og umsorgan, tí tey ikki fáa hóskandi uppgávur í starvinum, sum svara til teirra førleikar sum heilsurøktarar.

Tað er stórt spell, at væl skikkað starvsfólk kenna seg noydd at skifta útbúgving og yrki fyri at gera arbeiði, tey væl vóru kompetent til frammanundan. Tað er ein staðfesting av, at leiðslur ikki eru nóg væl vitandi um førleikarnar og ábyrgdina í hesum fakinum og tað er púra burturvið, at fakfólk ikki verða fult gagnnýtt og lønt sambært ábyrgdini í starvinum.  

Fyri at fáa heilsurøktarar at støðast, mugu teirra førleikar og ábyrgd sígjast aftur í lønini.

7. Samsvar millum arbeiðsmarknað og útbúgvingar

Tað gagnar ikki samfelagnum, um samsvar ikki er millum útboðið av útbúgvingum og krøvini til starvsfólk á einum broytiligum arbeiðsmarknaði. Talið av lesandi má kunna vaksa og minka eftir, hvør starvsfólkatørvurin er í ymsu vinnugreinunum.

Tað er snøgt sagt ov kostnaðarmikið fyri okkara lítla samfelag at útbúgva fólk til arbeiðsloysi, men neyðugt at tryggja arbeiðsmarknaðinum tey, til eina og hvørja tíð, røttu fakfólkini. Samsvar má vera millum útboðið at útbúgvingum eftir tørvinum á arbeiðsmarknaðinum.

Útbúgva vit fólk innan yrki, sum nóg mikið av tilfeingi longu er á, so útbúgva vit hesi til arbeiðsloysi. Tað øvugta ger seg galdandi, tá vit ikki lurta eftir arbeiðsmarknaðarkrøvunum og lata vera við at útbúgva enn fleiri fólk til tey arbeiðsøkini, sum mangla tilfeingi til at útføra neyðuga arbeiðið. Úrslitið er, at vit hava eitt undirskot av egnaðari arbeiðismegi á einum stórum parti av okkara arbeiðsmarknaði. Eitt undirskot, ið stendur við og versnar.

Tað kann eitt framkomið vælferðarsamfelag ikki standa til svars fyri.

8. Likamligt og sálarligt arbeiðsumhvørvi

Í einum likamliga og sálarliga tungum arbeiðsøki, er tað av stórsta týdningi, at fysisk venjing og reglulig supervisjón eru ein partur av arbeiðsdegnum.

Heilsurøktarafelagið metir tað vera sera týdningarmikið, at starvsfólk á heilsu-, røktar- og umsorganarøkinum eru væl fyri likamliga til at røkja sítt arbeiði. Tí eigur tað eisini at vera partur av starvsfólkarøktini, at tíð verður sett av á arbeiðsplássinum til at gera styrki- og smidleikavenjingar fyri starvsfólk. Tað snýr seg bert um fáar minuttir um dagin, at royndir vísa, at slík venjing gevur úrslit fyri virkisevnini. 

Sálarliga trýstið kann vera stórt, tá tú arbeiðir so tætt at brúkaranum, sum heilsurøktarar gera. Harðskapur og hóttanir um harðskap kunnu av tí sama gerðast partur av einum arbeiðsdegi. Tí átti supervisjón hjá heilsurøktaraum í flest øllum starvsøkjum at verið ein partur av starvsfólkarøktini á staðnum.