Um felagið.
Í Heilsurøktarafelagnum eru umleið 350 limir.
Endamál felagsins
- At vera eitt fakfelag fyri heilsurøktarar, pleygarar, sjúkrahjálparar, røktarheimsassistentar, ítrivsvegleiðarar og neurofysiologiassistentar
- At fremja felags áhugamál limanna, og við samanhaldi at varðveita felags gagn teirra. At virka fyri lønar- , eftirlønar- , arbeiðs- og útbúgvingarviðurskiftum limanna
- At virka fyri menning og trivnaði á arbeiðsplássinum
- At varpa ljós á fakliga samleikan hjá limunum og at menna og styrkja øll tey fakligu økini, ið limirnir umboða
- At fylgja við viðurskiftum og viðgera mál, sum kunnu hava áhuga og týdning fyri limirnar og felagið
- At samstarva við arbeiðspláss, fakfeløg og áhugabólkar her á landi, í Norðurlondum og úti í heimi
Heilsurøktarafelagið skipar fyri minst tveimum álitisfólkafundum um árið. Aðalfundur er á hvørjum ári í apríl mánaða í Tórshavn. Av øðrum afturvendandi tiltøkum kann nevnast: limafundir kring landið, arbeiðsplássvitjanir, kunningarfundir í Heilsurøktarafelagnum og á Heilsuskúlanum fyri heilsurøktaranæmingar og almenn tiltøk, har vit millum annað varpa ljós á førleikar og starvsøkið hjá heilsurøktarum.
Limir eru vælkomnir inn á skrivstovuna til eitt prát og ein kaffimunn.
Heilsurøktarafelagið heldur til í egnum húsum nevnd Jákupsstova.