Búmerki hjá Heilsurøktarafelag Føroya

Samlagstrygging.

Samlagstrygging við deyða og hættisliga sjúku

Hjá fastløntum verður samlagstryggingargjaldið á 223 kr. tikið av eftirlønargjaldinum sjálvvirkandi, so hesi eru tryggjað uttan at gera nakað.

Tímalønt, limir í farloyvi og lesandi kunnu rinda samlagstryggingargjaldið á 223 kr. til Heilsurøktarafelagið og harvið verða tryggjað. Ring og hoyr nærri.

Við deyða

Við deyða áðrenn fylta 67. ár verður útgoldið soleiðis:

  • Limir, ið eru til og við 49 ár: kr. 800.000
  • Limir, ið eru 50 - 59 ár: kr. 700.000
  • Limir, ið eru 60 - 66 ár: kr. 600.000
Ávísar hættisligar sjúkur

Samlagstryggingin fevnir eisini um upphædd í sambandi við ávísar hættisligar sjúkur, sambært tryggingartreytum fyri ávísar hættisligar sjúkur dagfestar 01.01.2020.

Karenstíð

Limur skal hava verið við í samlagstryggingini í 1 mánað, áðrenn hesin hevur rætt til útgjald í sambandi við ávísa hættisliga sjúku.

  • Tryggingarupphædd í sambandi við ávísa hættisliga sjúku hjá limi er kr. 150.000
  • Tryggingarupphædd í sambandi við ávísa hættisliga sjúku hjá barni er kr. 150.000
Ískoyti til hoyritól

Fær limur játtað stuðul sambært kunngerð um hoyritól, gevur hetta samstundis rætt til útgjald frá trygging.

Utgoldið verður sambært játtan um stuðul og rokning frá veitara.

Tryggingin rindar tað, sum liggur omanfyri játtaða stuðulin.

Endurrindað verður upp til kr. 4.000 fyri hvørt hoyritólið.

Les meira um tryggingar okkara hjá LÍV her.

Tryggingarnar eru teknaðar hjá LÍV.