Álitisfólkaskipan.
Stk. 1. Á einum arbeiðsplássi hava starvsfólkini rætt til at velja eitt álitisfólk og varaálitisfólk um viðkomandi umboðar minst 5(3) starvsfólk sett eftir hesum sáttmála.
Stk. 2. Til álitisfólk kunnu bert velja tey, ið hava fulltíðarstarv (alt. arbeiða sum fastlønt).
Stk. 3. Valið hevur ikki gildi, fyrr enn felagið hevur góðkent tað og boðað leiðsluni á avvarðandi stovni frá. Henda fráboðan eigur at verða gjørd í seinasta lagi 14 dagar eftir valið. Avvarðandi stovnur hevur rætt at mótmala valinum til felagið, um hetta hendir innan 14 dagar eftir, at avvarðandi stovnur hevur fingið valúrslitið. Hvørja ferð álitisfólk verður valt, kann stovnurin tó bara mótmæla tvær ferðir.
Stk. 4. Álitisfólkið hevur skyldu til at ansa eftir at lógir, sáttmálar, fyriskipanir, mattíðir o.a. ið er galdandi fyri arbeiðsplássið, sum heild verða hildin og skal virka fyri best møguligum samarbeiði starvsfólkanna og leiðslunnar millum.
Stk. 5. Álitisfólkið hevur rætt og skyldu til at tingast við deildar- og stovnsleiðsluna um øll mál, sum felagið og starvsfólkið á avvarðandi arbeiðsplássi áleggja álitisfólkinum.
Stk. 6. Eru álitisfólkið og starvsfólk ikki nøgd við avgerð leiðslunnar eftir loknar samráðingar, skal málið leggjast fyri felagið.
Stk. 7. Tá ið talan er um setan ella uppsøgn av starvsfólki, skal leiðslan samráðast við álitisfólkið á avvarðandi arbeiðsplássi. Verða partarnir ikki samdir, skal málið leggjast fyri felagið.
Stk. 8. Álitisfólkið skal – í samráð við stovnin – í arbeiðstíðini hava møguleika at taka sær av málum, ið viðvíkja starvsfeløgum ella arbeiðsviðurskiftum á avvarðandi arbeiðsplássi.
Tá álitisfólk søkja um at koma á álitisfólkaskeið, skulu umsóknir viðgerast við valvild.
Stk. 9. Um starvsfólk er valt í nevnd í felagnum, skal tað hava rætt til at gera felagsarbeiði í arbeiðstíðini – við løn. Um felagsarbeiði fellur á ein frídag, verður givin ein nýggjur frídagur.
Stk. 10. Verður álitisfólk uppsagt, skal uppsøgnin viðgerast millum felagið og arbeiðsgevaran.
Við uppsøgnini skal fylgja holl skrivlig grundgeving fyri uppsøgnini. Henda grundgeving verður grundarlagið undir fundinum millum felagið og arbeiðsgevaran. Metir felagið uppsøgnina ógrundaða, skal álitisfólkið halda fram í starvinum sum álitisfólk.
Verjan hjá álitisfólki heldur áfram í 2 ár aftaná at tað er farið frá sum álitisfólk.
Rættindini í hesum stykki eru eisini galdandi fyri nevndarlimir og varðaálitisfólk.
Stk. 11. Tann, sum verður vald/ur til forkvinnu/formann í felagnum hevur altíð rætt til at fáa farloyvi uttan løn, og hevur stovnurin skyldu at hava starv til viðkomandi, tá ið formanstíðin er úti.