Arbeiðsuppgávur.
Heilsurøktarar veita borgarum røkt og sjúkrarøkt og teir geva fyriskipaða viðgerð.
Heilsurøktarar arbeiða heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi og hjálpa borgarum við at skapa innihald í gerandisdegnum. Í øllum røktar- og stuðulsuppgávum leggja heilsurøktarar stóran dent á at stuðla fólki í at vera so virkin sum gjørligt, soleiðis at allir førleikar og sansir verða varðveittir sum longst.
Í samstarvi við aðrar fakbólkar arbeiða heilsurøktarar við millum annað endurvenjing, sjúkrarøkt og aktivering.
Heilsurøktarar stuðla, ráðgeva og samstarva við avvarðandi.
Heilsurøktarar arbeiða við fólki í øllum aldri; og teir arbeiða bæði sjálvstøðugt og samstarva við aðrar fakbólkar á almanna- og heilsuøkinum.
Heilsurøktarin er útbúgvin til at síggja heildarmyndina í røkt og umsorgan og kann sjálvstøðugt útinna sjúkrarøktaruppgávur og veita vegleiðing.
Heilsurøktarin kann leggja til rættis og gera umsorganar- og aktiverandi uppgávur, sum bøta um heilsuna og trivnaðin hjá borgaranum.
Heilsurøktarin arbeiðir við gomlum og sjúkum fólkum og fólki við breki á eitt nú sjúkrahúsi, røktarheimum, sambýlum og heima hjá borgaranum.
Heilsurøktarin kennir sjúkueyðkennini uppá tær mest vanligu sjúkurnar (somatisku og psykiatrisku) og kann lærast upp til at taka sær av serligum uppgávum.
At vera heilsurøktari krevur, at tú ert sjálvstøðug/-ur og tekur initiativ. Tú skalt kunna meta um støðuna og handla og hava góð samstarvsevni. Tú skalt hava forstáilsi og áhuga fyri fólkum, ið hava tørv á røkt og umsorgan.
Annað
Heilsurøktarar starvast millum annað sum leiðarar, deildarleiðarar, samskiparar og praktikkvegleiðarar.