Búmerki hjá Heilsurøktarafelag Føroya

Samstarv.

Heilsurøktarafelagið samstarvar við føroysk og útlendsk fakfeløg.

Samstarv millum fakfeløgini í Jákupsstovu

Heilsurøktarafelagið, Bioanalytikarafelagið, Ergoterapeutfelagið, Fysioterapeutfelag Føroya, Kost- og føðslufelag Føroya og Ljósmøðrafelag Føroya gjørdu í januar 2011 eina samstarvsavtalu. Feløgini hava regluligar fundir og samstarva um viðkomandi mál.

Onnur føroysk samstørv

Heilsurøktarafelagið samstarvar eisini við onnur fakfeløg í Føroyum. Talan kann vera um fundarvirksemi, tá ið mál, sum viðkoma øllum fakfeløgunum verða viðgjørd, sáttmálasamráðingar, Fasta gerðarrætt, Føroya Lívstrygging, Arbeiðsloysisskipanina, Barsilsskipanina, eftirløn og mang annað. Somuleiðis stuðla vit øðrum fakfeløgum, tá ið kreppur av ymsum slagi stinga seg upp.

Sambond uttanlands

Heilsurøktarafelagið er við í einum evropiskum og einum norðurlendskum fakfelagssamstarvi: European Council of Practical Nurses og Nordisk Treff.

European Council of Practical Nurses

Evropiska samstarvið kallast European Council of Practical Nurses (stytt EPN). Limalondini í EPN eru Ísland, Norra, Finnland, Luksemburg, Danmark og Føroyar. Tvær ferðir um árið hittast fakfeløgini úr hesum londunum at viðgera ymisk viðkomandi mál. Hetta kann til dømis vera útbúgvingar, arbeiðsviðurskifti, førleikamenning, normeringar, arbeiðstíðir og rekruttering av lesandi og útbúnum starvsfólki. Annað hvørt ár verður skipað fyri ráðstevnu. Ráðstevna og fundir eru onkuntíð í øðrum londum enn limalondunum.

Ein felags heimasíða er gjørd fyri EPN, hon sæst her: 

https://europeanpracticalnurses.org/?fbclid=IwZXh0bgNhZW0CMTEAAR2gXfwSM4wJCBckr8p9RjqjV3pjJcQzw1VTTnYYvM0TMDwiPEbqoBn2H48_aem_vw1vvelm27CGKXNu3oFRXw 

 

Nordisk Treff

Norðurlendska samstarvið kallast Nordisk Treff. Danmark, Føroyar, Noreg og Finnland eru við í hesum samstarvinum. Limalondini eru saman á fundi annað hvørt ár, og triðja hvørt ár verður skipað fyri ráðstevnu. Endamálið við samstarvinum er at varpa ljós á og menna viðkomandi viðurskifti sum til dømis útbúgvingar, eftirútbúgvingar, menning, arbeiðsviðurskifti og annað, ið er viðkomandi fyri psykiatriska fakið og økið.