Búmerki hjá Heilsurøktarafelag Føroya

Yrkið.

Heilsurøktarar arbeiða millum annað við fólki við sálarsjúku, eldri og minnisveikum, innløgdum á sjúkrahúsi, vaksnum og børnum við menningartarni og fólki serligum tørvi. Teir veita heilsu- og sjúkrarøkt, geva heilivág, stuðla og vegleiða avvarðandi, arbeiða við endurmenning og endurvenjing og arbeiða tvørfakligt.

Heilsurøktarar hava autorisatión.

Heilsurøktarar hava í ávísan mun møguleika at menna sínar fakligu førleikar við at fara á skeið sum Heilsurøktarafelagið, Heilsuskúlin, arbeiðspláss ella onnur skipa fyri. Skeiðsmøguleikarnir eru tó avmarkaðir, tí eingin skipað førleikamenning fyri heilsurøktarar er í Føroyum.