VALGREIN - ELISABETH.
Eg eiti Elisabeth Eið Eliasen og eri 44 ára gomul. Eg eri gift, og vit eiga fýra børn. Av útbúgving eri fyrst massør, síðani heilsuhjálpari og í 2004 tók eg prógv sum heilsurøktari. Mínar útbúgvingar havi eg nomið í Danmark.
Eftir loknan lestur havið starvast á Psykiatriska deplinum, bæði á songjardeildum og ambulant. Gjøgnum mítt arbeiði havi eg fingið gott innlit í psykiatriskar diagnosur, og hvat tað vil siga at hava eina sálarsjúku.
Seinni havi eg starvast í eldrarøktini, m.a. við fólkum sum líða av demens, og her havi eg veruliga kunnað brúkt mínar førleikar frá heilsurøktaraútbúgvingini og frá Psykiatriska deplinum. Eisini havi eg starvast innan virkis- og venjingarstovu, sum er eitt dagtilboð fyri eldri borgarar í Tórshavnar kommunu. Her havi eg eisini brúkt mínar førleikar, sum eg havi nomið mær við mínari útbúgvning, so sum at arbeiða relationelt og aktiverandi. Í løtuni starvist eg á Umlættingar- og rehabiliteringsdeplinum URD, har eg eri við til at stuðla og viðlíkahalda førleikarnar hjá eldru borgarum í Tórshavnar kommunu. Umframt hetta starvist eg eisini sum avloysari á Boðalon, sum er ein demens deild. Harafturat eri eg knýtt at ADHD felagnum, har eg undirvísi og havi sjálvhjálparbólkar.
Eg havið verið tiltakslimur í Heilsurøktararafelagnum og sitið í nevndini í gott eitt ár. Hetta tíðarskeiðið hevur verið sera læruríkt, og hevur ment meg nógv innan fagfelagsarbeiði. Tí vil eg fegin bjóða meg fram sum nevndarlim í Heilsurøktarfelagnum.
Eg brenni fyri at geva okkara eldru borgarum eina betri tænastu og virðiligari umstøður. Okkara eldru borgarar hava tørv á at verða sædd og hoyrd. Tað er neyðugt, at prátið um eldri fólk, ið hava tørv á røkt, verður vent til jaligt prát. Hetta skal sjálvandi koma frá hægsta myndugleika, ið eigur at virða tey eldru, okkara fak og okkara útbúgving. Tað, at vit og tey eldru vera vird av hægstu rók, kann síðani víðariførast til eina góða leiðslu, sum raðfestir trivnaðin á arbeiðsplássinum og sær dygdirnar í hvørjum einkultum heilsurøkta.
Tað er av stórum týdningi, at vit sum heilsurøktarar kunnu førleikamennast í Føroyum. Við hesum meini eg, at vit kunnu taka ymisk skeið og eftirútbúgvingar innan ymisk serøkir, t.d kundi hetta verið palliativ røkt, røkt og viðgerð av diabetikarum og eg kundi hildið á fram við líknandi dømum.
Samanumtikið; eg vil gera mítt ítasta til at menna og styrkja Heilsurøktarafelagið.
Við fakfelagskvøðu, Elisabeth