ÚTBÚGVINGAR Í VÆLFERÐARSTØRVUM SKULU LYFTAST.
Longu á fyrstu síðu í nýggja samgonguskjalinum eru høvuðsmálini sett greitt upp.
Eitt av høvuðsmálunum er, at “Vit vilja tryggja vælferðartænasturnar og eina burðardygga langtíðarfígging, skapa betri tænastu til fólk og lyfta lønirnar, útbúgvingarnar og arbeiðsumstøðurnar í vælferðarstørvum.”
Takk fyri tað – vit eru til dystin fús!
Vit hava leingi eftirlýst eina smidligari útbúgvingarskipan á heilsuøkinum. Tí tað kann ikki vera rætt, tá tað er so stórur og vaksandi tørvur á røktarstarvsfólkum, at tað enn ikki ber til at taka tveir flokkar av heilsurøktaralesandi inn um árið!
Skúlabyrjan hjá heilsuhjálparum er tvær ferðir árliga og talið á sjúkrarøktarfrøðilesandi er støðugt økt hesi seinastu árini. Tað fegnast vit sjálvsagt um. Tað gevur bara onga meining, at ein 22 mánaða long útbúgving av heilsustarvsfólkum, sum hava eitt kompetansustøði, ið liggur einastaðni ímillum hinar báðar heilsuútbúgvingarnar, ikki verður raðfest. Tað er nógv vunnið fyri heilsu- og umsorganarøkið upp á lutfalsliga stutta tíð við at útbúgva tvær ferðir so nógvar heilsurøktarar árliga enn vit gera í løtuni. Og tað ber til.
Heilsurøktarafelagið hevur verið rættiliga nær við at náa hesum máli í samstarvi við undanfarna mentamálaráðharra, men tíverri sær tað út til, at hendan samgongan kann forkoma hesi ætlan við einans at lata løn undir útbúgving til tey, sum lesa til heilsuhjálpara og ikki til tey, sum lesa til heilsurøktara. Tankin um, at løn undir útbúgving eggjar fólki til at taka útbúgvingina, er væl skilligur, men tá ið tú ikki fært løn undir framhaldsútbúgvingini, sum í hesum føri er heilsurøktaraútbúgvingin, so tekur tú møguleikan fyri førleikamenning frá fólki. So einfalt er tað.
Ein annar trupulleiki við útbúgvingarskipanini á heilsuøkinum er, at tað ikki ber til hjá einum heilsurøktara at lesa víðari til sjúkrarøktarfrøðing í Føroyum. Hetta má broyast! Latast má, sum heild, upp fyri nógv fleiri møguleikum fyri førleikamenning hjá heilsurøktarum, skulu fólk framhaldandi trívast í starvinum. Við gongdini í starvsfólkatrotinum á økinum, er tað alt, sum bendir á, at fólk framhaldandi skulu trívast í hesum økinum. Tí er tað av alstórum týdningi, sum skjótast, at gera neyðugu broytingarnar, sum skulu lyfta útbúgvingarnar í vælferðarstørvunum.