ARBEIÐSUMSTØÐURNAR Í VÆLFERÐARSTØRVUM SKULU LYFTAST.
Longu á fyrstu síðu í nýggja samgonguskjalinum eru høvuðsmálini sett greitt upp.
- 4. januar 2023
Eitt av høvuðsmálunum er, at “Vit vilja tryggja vælferðartænasturnar og eina burðardygga langtíðarfígging, skapa betri tænastu til fólk og lyfta lønirnar, útbúgvingarnar og arbeiðsumstøðurnar í vælferðarstørvum.”
Takk fyri tað – vit eru til dystin fús!
Tað verður ikki útgreinað í samgonguskjalinum, hvat skal gerast fyri at lyfta arbeiðsumstøðurnar í umsorganarstørvum, men vit kunnu koma í tankar um ymisk átøk. Partur av nýggja samgonguskjalinum eru styttri arbeiðsvika, merittútbúgvingar og ískoytisskeið. Hetta er avgjørt nakað, ið fer at gera mun í arbeiðinum at lyfta arbeiðsumstøðurnar í vælferðarstørvum.
Við eini styttri arbeiðsviku verður tað kanska møguleiki hjá heilsurøktarum og øðrum, sum arbeiða í vakttungum størvum at halda sáttmála og lóg á økinum. Um leisturin í samgonguskjalinum er júst hin rætti hjá okkum, er ilt at siga, men tað er í hvussu er ein bati.
Okkum tørvar fleiri starvsfelagar. Fingu vit tað, hevði hetta beinanvegin verið við til at lyft arbeiðsumstøðurnar hjá okkum. Í 2019 fingu 15 heilsurøktarar prógv frá Heilsuskúla Føroya. Árið eftir vóru tey 11 í tali og í 2021 fingu einans 9 fólk prógv sum heilsurøktarar.
Í fjør fingu 16 heilsurøktarar prógv og í ár verða tey væntandi 18. Lága talið av útbúnum heilsurøktarum er ein avleiðing av, at bert fá starvsvenjingarpláss verða játtað í sjúkrahússstarvsvenjing.
Var hetta talið hægri, høvdu nógv fleiri fólk kunnað lokið próv sum heilsurøktarar.
Er viljin til broyting nóg sterkur hjá teimum, sum varða av útbúgvingarskipanini kunnu helst tvífalt so nógvir heilsurøktarar útbúgvast, tí áhugin fyri útbúgvingini er nóg stórur til tað.
Tí verður hetta framhaldandi eitt mál, sum Heilsurøktarafelagið fer at arbeiða fyri at náa.