Røða á aðalfundinum 2025.
Røða hjá borgastjóranum Elsu Berg til aðalfundin 26.04.2025 hjá Heilsurøktarafelagnum.
Góðu tit øll!
Takk fyri, at eg eri boðin við her í dag at siga nøkur orð, nú tit aftur hittast á árliga aðalfundinum.
Tað er fyrstu ferð, at eg eri við sum borgarstjóri, og eg eri sera fegin um høvi at hitta tykkum limir og nevnd í dag.
Tað fyrsta, eg havi hug at framhevja, er tað týdningarmikla arbeiði, tit gera hvønn einasta dag. Tað eru tit, sum eru um okkara borgarar, sum av elli, sjúku ella serligum tørvi hava tørv á tykkum. Tit geva teimum heilsu- og sjúkrarøkt, geva heilivág, stuðla og vegleiða avvarðandi og arbeiða við endurmenning og endurvenjing. Tað eru fjølbroyttar uppgávur, tit møta inn til á landsins sjúkrahúsum, sambýlum, viðgerðarstovnum, dagtilhaldum og úti í heimunum, og tað gera tit við nærlagni og umsorgan, eins og tit hava gjørt líka síðan allar fyrstu heilsurøktararnir í Føroyum vórðu útbúnir á Heilsuskúla Føroya í 2008 og fyrstu heilsurøktararnir nomu sær útbúgving aðrastaðni.
Takk fyri tað!
Okkara eldri skulu hava góð, virkin og virðilig ellisár, og allir okkara borgarar hava rætt til ein góðan gerandisdag.
Tey skulu eisini hava góðar karmar til at liva eitt virkið lív við mennandi tilboðum, og tey sum vilja, skulu kunna vera heima sum longst.
Vit skulu vera rúmlig.
Tað er nakað, vit hava sett okkum fyri, men tað er ikki nakað, vit kunnu gera einsamøll, og vit vita, hvussu stóran týdning tað hevur við dugnaligum starvsfólkum, við sterkari fakligheit og dugnasemi innan heilsurøkt.
Í 1859 útgav Charles Darwin – faðirin av menningarlæruni ella evolutión – bókina the origin of the species. Bókin greiddi meistarliga frá, hvussu heimsins livandi verur og djór eru broytt gjøgnum aldarinnar tíðir. Men í rúma tíð kundi Charles Darwin illa greiða frá, júst hvat var tað, sum var drívmegin í menningarlæruni. Ja, hvat var veruliga, sum gjørdi at heimsins livandi verur broyttust í stødd, í skapi, í litum so hvørt sum tíðin fór framvið? Tað var ikki fyrr enn Darwin las grein hjá einum samfelagsbúskaparfrøðingi – Thomas Malthus – at fimmoyra fall.
Darwin fekk endaliga orða, hvussu tað er kapping millum livandi verur – í einum samfelagi við avmarkaðum tilfeingi – sum leggur trýst á, hvør tað er sum fær avkom og tí sleppur at mynda, hvussu næstu ættarliðini síggja út. Ja, natural selection.
Charles Darwin var lættaður, tí hann hevði funnið nýggjan hátt at skilja menningina í náttúrunni. Men hvat kunnu vit læra av hesum í dag? Og hvønn týdning hevur Charles Darwin fyri aðalfundin hjá heilsurøktarum?
Jú, soleiðis byggja øll á herðarnar á hvørjum øðrum. Loysnirnar verða ikki funnar í einum vakuumið ella í einum tómrúmi. Soleiðis ferðast hugskot, tankar, loysnir millum geirar.
Vit byggja øll á herðarnar hjá hvørjum øðrum.
Tit kenna tað eisini í tí gerandisliga. Fyrst kemur dagvakstin. So kemur kvøldvaktin og náttarvaktin.
Samfelagsliga byggja vit øll á herðarnar hjá hvørjum øðrum.
Mín vón er at vit framhaldandi fara at kenna tað – og í enn stóran mun fara at uppliva tað, tá politisk átøk og loysnir skulu mennast innan heilsurøkt og eldraøkið.
Umleið helvtin av røktarkrevjandi borgarum í Føroyum búgva í okkara øki. Hóast tit gera eitt megnar arbeiði hvønn einasta dag, so eru vit eisini greið yvir, hvussu átrokandi neyðugt tað er at betra um arbeiðsumstøðurnar hjá verandi starvsfólki og við enn fleiri faklærdum starvsfólkum á økinum.
Tørvurin veksur alsamt.
Tíbetur frættist herfyri, at nógv fleiri enn vanligt vilja útbúgva seg á heilsuskúlanum. Umsøkjaratalið setti met, og meira enn helvtin av umsóknunum vóru til heilsurøktara.
At fleiri úbúgva seg innan røkt og umsorgan er sera, sera jaligt.
Kanska hevur tað nakað at gera við útlitini um løn undir útbúgvin, sum tykist hava eina jaliga ávirkan á umsóknartalið til útbúgvingarnar á Heilsuskúlanum. Tað er júst samtykt í løgtinginum, og nakað vit hava fylgt við í við stórum áhuga.
Sum eg eisini nevndi í áðni, so eru tit mong, ið starvast hjá okkum í kommuni. Tað eru vit sjálvandi fegin um, men har liggur eisini ein skylda hjá okkum at tryggja góðar arbeiðsumstøður. Ein liður í tí er at áhaldandi at seta sjóneykuna á øki, menna møguleikarnar og umstøðurnar, so fortreytirnar eru so góðar sum til ber.
Ein stórur partur av hesum er at vit skulu lurta og hoyra verandi starvsfólkahóp um, hvussu arbeiðsumstøðurnar kunnu gerast betur, og hvussu vit saman kunnu eggja fleiri at søkja starvsleið sum heilsurøktara. Hesar loysnir finna vit best saman. Tit kenna økið. Væl og virðiliga. Vit hava tørv á tykkara styrki, umsorgan og fakið fyri at røkja grundleggjandi røktartænastur í dag – vit hava eisini tørv á tykkum, tykkara rødd og íkasti til, hvussu vit kunnu framhaldandi tryggja góða heilsurøkt í komandi árum.
Í Tórshavnar kommunu hava vit júst samtykt nýggjan eldrapolitikk, og eru nøkur av hesum áðurnevndu tingum grundsúlur í nýggja politikkinum. Eisini eru vit í holt við at byggja eitt nýtt røktarheim, sum við bæði røktarheimsplássum og íbúðum fer at geva bestu karmarnar til gott lív og arbeiði. Tað hendir nógv, og tað er eisini neyðugt. Tí vit hava eitt felags áhugamál í at geva okkara borgarum ta umsorgan, tryggleika og gleði, tey hava tørv á.
So góðu tit øll, takk fyri at eg fekk høvi at siga nøkur orð her í dag. So her at enda fari eg at takka tykkum fyri tykkara íkast, tykkara herðar, sum vit øll lýta so væl á, og at ynskja tykkum góðan aðalfund!
Takk fyri!