ELDRARØKTIN KANN BLÓMA.
Meining - Majbritt Mohr, forkvinna í Heilsurøktarafelagnum - 14. august 2013
Eldraøkið er í nógvar mátar ment seinastu árini, og játtaninar til eldraøkið eru øktar. Fleiri nýggj sambýli og ellis- og røktarheim eru bygd, eins og vit hava fingið vælskipað dagtilhald. Á hvørjum ári klekja vit nýggjar heilsurøktarar, heilsuhjálparar, sjúkrarøktarfrøðingar, og fleiri hava tikið demenssamskiparaútbúgving osv. Staðfestast má, at fortreytin fyri innihaldsríkum gerandisdegi og dygdargóðari røkt á ma. ellis- og røktarheimum burdi verið til staðar.
Men tíverri hava tíðindini, mótmælini og tiltøkini í seinastuni avdúkað, at øktu játtaninar als ikki eru komnar teimum gomlu til góðar. Tvørturímóti eru færri tímar og færri hendur til at veita teimum gomlu røkt í dag enn fyri fáum árum síðani. Eldraøkið er í svárari neyð. Ongar lønar- og rakstrarkompensatiónir eru givnar seinastu fimm árini. Hetta merkir, at játtanin til ma. røktarstarvsfólk er minkað. Á hvørjum ári hava stovnar verið noyddir at skava burtur av starvsfólkatímum og tænastum fyri at halda játtanina sum frægast. Starvsfólk og fakfeløg hava í fleiri ár talað at sparingunum, men fyri deyvum oyrum.
Óvirðilig røkt og ótolandi arbeiðsumstøður
Avleiðingarnar av sparingunum seinastu árini eru millum annað, at vaktirnar hjá starvsfólkunum eru styttar, og at arbeiðsbyrðan er økt. Av tí at starvsfólkini arbeiða færri enn átta tímar í hvørjari vakt, arbeiða tey eisini fleiri dagar um mánaðin enn áður. Dagligu uppgávurnar eru tær somu sum fyrr, hóast starvsfólkini arbeiða færri tímar. Tí eru starvsfólkini noydd at raðfesta; enntá í heilt grundleggjandi røktini. Fyri summi búfólk á stovni ella heimabúgvandi merkir hetta, at tey ikki sleppa á wc, tá ið tey skulu. Avleiðingin er, at tey mugu í blæu. Sum vit hoyrdu á fundinum, sum Eldramálið skipaði fyri í Miðlahúsinum herfyri, so má onkur gamal sita í somu blæu frá morgni til myrkurs, tí ongin hevur tíð at koma at skifta. Onnur mugu í song tíðliga um kvøldið, og sleppa so ikki upp aftur fyrr enn einaferð út á fyrrapartin dagin eftir.
Tá ið starvsfólk eru sjúk, mugu hini starvsfólkini renna enn skjótari, tí eingin verður kallaður inn at arbeiða fyri tann sjúka, fyrr enn ein til tveir dagar eru farnir. Sama skilið er, tá ið starvsfólk avspáka. Tá kemur heldur eingin inn fyri tann, ið heldur frí. Lesarin kann helst skjótt rokna út, at tað javnan eru ov fá starvsfólk til arbeiðis.
Sum nevnt, so eru færri hendur í røktini, men tað er eisini spart í terapitímum, í reingerðini, í køkinum og í húsavarðartænastunum. Allar hesar tænasturnar hanga saman. Sparir tú einastaðni, so merkist tað onkra aðra staðni. Tá ið man skerjir í terapitímum á til dømis virkisstovum, so rakar tað røktina í nógvar mátar. Eldri fólk, sum ikki røra seg, vikna skjótt og blíva tyngri at hjálpa. Frá at hava tørvað hjálp frá einum starvsfólki, skal búfólkið kanska hava hjálp frá tveimum. Tá ið færri búfólk sleppa í virkisstovurnar, tí tað er spart í terapitímum, hava røktarstarvsfólkini fleiri búfólk enn áður, sum tey skulu vera um og skapa innihald í gerandisdagin fyri. Hetta er ein óndur sirkul, sum í seinasta enda ger gerandisdagin hjá øllum tyngri og fátækari.
Eldraøkið kann blóma
Tað ber tó til at venda gongdini, so at starvsfólk í eldraøkinum aftur fáa virðilig kor at virka undir. Fyrst og fremst mugu politikararnir játta neyðuga peningin til, at starvsfólkanormeringin aftur kann økjast. Øll starvsfólk skulu sleppa at arbeiða átta tímar í hvørjari vakt, soleiðis at tey hava tíð at veita neyðugu røktina og at skapa innihald í gerandisdagin. Somuleiðis skulu øll sleppa upp í arbeiðstíð, um tey ynskja tað. Leiðslur og starvsfólk kunnu greiða politikarunum frá, hvønn tørv tey hava á starvsfólki, tænastum og fígging til at reka vælvirkandi ellis- og røktarheim, sambýli, heim fyri minnisveik og dagtilhald. Heimatænastan kann vísa á teirra starvsfólka- og fíggjarliga tørv, fyri at hon kann stuðla gomlum og óhjálpnum at vera sum longst í egnum heimi.
Verða neyðugu pengarnir játtaðir til eldraøkið, ber uttan iva til at arbeiða eftir visjónunum í eldrapolitikkinum hjá landinum, ið ma. eru:
- at borgarar, ið hava tørv á hjálp, skulu fáa eina dygdargóða tænastu, sum tekur atlit til sjálvsavgerðarrættin og
- at politikkurin skal stimbra uppundir, at eldru borgararnir í Føroyum framhaldandi kunnu liva eitt gott og trygt lív við virksemi, trivnaði og lívsgóðsku.
Við betraðum arbeiðsumstøðum og betri løn ivist eg ikki í, at enn fleiri høvdu ynskt at arbeitt á eldraøkinum. Eldraøkið er fjølbroytt, og tað ber til at menna seg fakliga, um umstøðunar loyva tí. Somuleiðis er tað spennadi og gevandi, tí økið er so breitt og arbeiðsuppgávurnar avbjóðandi.
Letur Føroya Løgting neyðugu játtanina til eldraøkið, kunnu vit geva okkara gomlu ta virðiligu tænastu, tey hava uppiborið, líkamikið um tey búgva á stovni ella heima. Starvsfólkini, sum eru um okkara gomlu og veita teimum beinleiðis ella óbeinleiðis tænastur, fáa eitt arbeiði, ið verður virt og eina løn, ið er til at liva av.