Búmerki hjá Heilsurøktarafelag Føroya
25. mai 2012

LOYVIÐ KVINNUM AT ARBEIÐA FULLA TÍÐ.

Meining - Majbritt Mohr, forkvinna í Heilsurøktarafelagnum.

Nú ið Jørgen Niclasen í fleiri mánaðir hevur tosað so nógv um, at tað skal loysa seg at arbeiða, kann eg bara staðfesta, at hetta ikki er galdandi fyri stóran part av heilsurøktarunum. Hesin láglønarbólkur fær ikki so frægt sum fulla arbeiðsviku. Arbeiðir nakar longur enn avtalað tímatal, fáa vit tað aloftast til avspáking og ikki sum eyka løn.

Búskaparráðið almannakunngjørdi fyrr í ár búskaparfrágreiðingina fyri várið 2012. Sambært ráðnum er ein av størstu avbjóðingunum í løtuni fólkafráflyting og vantandi fólkatilflyting. Eitt ítøkiligt boð frá teimum uppá, hvussu vit kunnu loysa hesar trupulleikarnar, er at hava góðar útbúgvingar-, bústaðar- og arbeiðsmøguleikar. Hetta eru týðandi viðurskifti, sum kunnu vera avgerandi fyri, um fólk venda heim aftur eftir loknan lestur, ella um tey lata vera við at flyta av landinum.

Útbúgvingin til heilsurøktara varð sett á stovn í 2008. Absolutt ein góð avgerð, tí tørvurin á heilsurøktarum er stórur og verður enn størri í framtíðini. Sambært kanning, ið Nærverkið læt gera fyri fáum árum síðan, veksur tørvurin á m.a. heilsustarvsfólki komandi árini. Miðalaldurin hjá heilsurøktarum er høgur, so hóast nýútbúgvin koma til á hvørjum ári, fara eisini fleiri frá; antin tí tey verða pensjónistar ella gevast at arbeiða vegna slit.

Hóast tørvurin á heilsustarvsfólki er stórur, ganga nýútbúnir heilsurøktarar arbeiðsleysir. Fleiri teirra arbeiða tímaløntar vaktir á ymsum stovnum, men fáa ikki fast starv. Stovnarnar siga, at teir hava ikki pening at seta fólk í fast starv. Hesir tímaløntu heilsurøktararnir verða hvønn mánað snýttir fyri eftirløn. Harafturat ána teir ikki, hvussu nógvan pening teir hava at liva av um mánaðin. Lønin er jú tengd at, hvussu nógvar tímaløntar vaktir heilsurøktarin fær skavað saman.

Í sendingini, Heima sum longst, kom fram, at heilsustarvsfólk ikki fáa fullan arbeiðsdag. Á fleiri arbeiðsplássum er vanligt, at arbeiðsdagurin er sjey tímar ella styttri. Hetta forðar fyri, at fólk verða sett í fulltíðarstarv, og tað er tíverri galdandi fyri flestu heilsustarvsfólk á almanna- og heilsuøkinum.

Ónøktandi er, at so nógv heilsustarvsfólk ikki sleppa at arbeiða fulla tíð og harvið forvinna sær ta løn og eftirløn, ið ein full løn gevur. Nakrir heilsurøktarar ynskja at arbeiða fulla tíð ella kanska 90 %. Men tíverri er veruleikin, at flestu limir okkara, ið eru kvinnur, arbeiða millum 70 og 80 %. Byrjanarlønin hjá heilsurøktarum í fullari tíð er 22.259,44 kr. og endalønin 24.279,45. Hóast hetta var miðallønin hjá heilsurøktarum í januar bert 18.026 kr.

Nú ið Jørgen Niclasen í fleiri mánaðir hevur tosað so nógv um, at tað skal loysa seg at arbeiða, kann eg bara staðfesta, at hetta ikki er galdandi fyri stóran part av heilsurøktarunum. Hesin láglønarbólkur fær ikki so frægt sum fulla arbeiðsviku. Arbeiðir nakar longur enn avtalað tímatal, fáa vit tað aloftast til avspáking og ikki sum eyka løn.

Eingin veit veruliga, hví so nógv heilsustarvsfólk arbeiða niðursetta tíð. Er tað tí, at arbeiðið er likamliga og sálarliga tungt? Um hetta er rætt, er tað so rímiligt, at vit sjálv noyðast at gjalda fyri, at vit ikki verða niðurslitin av arbeiðsávum? Nei, als ikki! Arbeiðsumstøðurnar eiga sjálvandi at vera soleiðis, at øll megna at arbeiða fulla tíð.

Hetta eigur at vera ein sjálvfylgja:

- Heilsurøktarar verða settir í fast starv og fáa løn og eftirløn fyri fulla tíð, um teir ynskja tað. Annars hava vit alt ov lítið at liva av í gerandisdegnum, eins og at vit verða fátøk gomul.

- Heilsurøktarar kunnu arbeiða fulla tíð, tí at arbeiðsumstøðurnar og normeringarnar eru góðar. Arbeiðið er ikki ov tungt, og tí verða vit ikki niðurslitin.

Kann nakar ímynda sær, at menn velja at arbeiða niðursetta tíð, tí at arbeiðið er so strævið? Ella kann nakar upplýsa mær, um tað er vanligt í nøkrum mannfólkayrki, ikki at sleppa at arbeiða fulla tíð?

Vit eru umleið 2.000 færri kvinnur enn menn í Føroyum. Vilja vit hava fleiri konufólk til Føroya? Og vilja vit fyribyrgja, at munurin millum talið á monnum og kvinnum ikki bara veksur? So mugu vit gera umstøðurnar hjá konufólki liviligari, soleiðis at tær kunnu forsyrgja sær og møguligum børnum. Fyrsta stig má vera at loyva øllum kvinnum at arbeiða fulla tíð!