Búmerki hjá Heilsurøktarafelag Føroya
24. mar. 2022

STARVSDAGAR Í SUÐUROY.

Hjartaliga til lukku við starvsdøgunum!

Í gjár var hátíðardagur á Hamragarði í Vági.
Heilsurøktarafelagið heiðraði 15 heilsurøktarar og sjúkrahjálparar, sum starvast á Suðuroyar sjúkrahúsi og í Bú- og heimatænastuni í Suðuroy. Hesi vórðu heiðrað fyri at hava verið í starvi í somikið sum 25 til 40 ár.

Vit eru takksom fyri møguleikan at viðurkenna hesi heilsustarvsfólk og at hátíðarhalda tey við eini hugnaløtu í Vági, nú tey hava havt starvsdag.

Hjartaliga til lukku, tit øll!

Takk fyri tykkara stóra íkast til heilsurøktina á eldraøkinum og í sjúkrahúsverkinum.

Blíðan byr framyvir.

Frá vinstru:  Jón Pauli Olsen, Maureen Augustinussen, Elin Brimstrond Thomasen, Fríðbjørg Hammer, Maibritt Toftum Jacobsen, Helena Mikkelsen, Vónbjørt á Hólum, Elsebeth Samuelsen, Hervør Jespersen, Daniella Lisberg og Mariann Joensen.

Anna-Britt Eið, Ella Eystan Á, Mary Samuelsen og Peina Poulsen vanta á myndini