NEVNDARVAL.
Tvey uppskot um valevni til nevndarvalið á aðalfundinum komu inn áðrenn freistin at stilla upp til nevnd var úti, hin 23. mars.
Tey tvey valevnini, sum eru í uppskoti eru Elisabeth Eið Eliasen og Elsebeth Samuelsen.
Tær báðar verða sostatt valdar í nevndina uttan atkvøðugreiðslu á aðalfundinum 23. apríl, sambært grein 9 í viðtøkunum: “…Eru 2 ella færri uppskot til valevni til nevndarlimir, eru tey, sum eru í uppskoti fyri aðalfundin, vald á aðalfundinum uttan atkvøðugreiðslu…”
Tað vil eisini siga, at eingin talgild atkvøðugreiðsla verður á hesum ársaðalfundinum.
Tveir tiltakslimir skulu kortini veljast á aðalfundinum, og tá verður valt við atkvøðuseðlum, eins og vanligt hevur verið.
Vit gleða okkum at síggja limir okkara á Hotel Hafnia 23. apríl.
Nevndin