VALGREIN - ELSEBETH.
Eg eiti Elsebeth Samuelsen, eri 56 ára gomul, og havi valt at stilla upp til nevndarvalið í Heilsurøktarafelagnum, nú tað verður val á aðalfundinum 23. apríl.
Maður mín eitur Óli Samuelsen, vit búgva í Vági og saman eiga vit tvey børn.
Í 1984 fór eg á HF. Prógvið kom í hús summarið 1986, og nøkur ár seinni fór eg niður at lesa til heilsurøktara, har eg var undir útbúgving árini 1992-1994.
Vit fluttu til Danmarkar í 1991, har eg arbeiddi sum ófaklærd á einum røktarheimi, til eg byrjaði á heilsurøktaraútbúgvingini árið eftir. Undir útbúgvingini starvaðist eg eisini sum hjálparfólk hjá einum ungum brúkara við paraplegi. Eftir lokna útbúgving starvaðist eg í 3 mánaðir í heimarøkt, men fekk í mai 1994 fast starv á demenslonini á einum ellis- og røktarheimi.
Vit høvdu allatíðina ætlanir um at flyta heimaftur, so eg søkti starv á Suðuroyar ellis- og røktarheimi, har eg byrjaði í føstum starvi við ársenda 1995. Har arbeiddi eg so fram til 2011, tá eg fór í starv á nýggja edenheiminum, Hamragarði, og har arbeiði eg enn.
Tá eg nú stilli upp til nevndarvalið í Heilsurøktarafelagnum, er tað tí eg ynski at arbeiða fyri, at okkara limir fáa bestu sømdir. Her hugsi eg serliga um okkara fakligu førleikar, at teir verða betri gagnnýttir og mentir, og um umstøðurnar á arbeiðsplássunum, sum kundu verið nógv betri. Tað sama lønirnar, og so eiga vit at tryggja, at øll arbeiða 8 tíma vaktir, heldur enn at skula arbeiða fleiri dagar um mánaðin fyri at halda norm. Harafturat kundi eg hugsað mær at arbeitt fyri at fingið ymisk viðkomandi faklig skeið út á arbeiðsplássini.
Eg ynski at gerðast partur av eini nevnd, sum kemur meira út til okkara limir, og at geva mítt íkast til, at okkara limir føla, at vit eru her fyri tey og gera okkara fyri at loysa teir trupulleikar og tær forðingar, vit kunnu møta í okkara starvi sum heilsurøktarar.
Við fakfelagskvøðu, Elsebeth