Búmerki hjá Heilsurøktarafelag Føroya
25. apr. 2022

AÐALFUNDUR HEVUR VERIÐ Í VIKUSKIFTINUM.

Leygardagin 23. apríl var árligi aðalfundurin hjá Heilsurøktarafelagnum.

Val av nevndar- og tiltakslimum var á skránni. Nývaldar í nevndina eru Elisabeth Eið Eliasen og Elsebeth Samuelsen. Annika Eliasen Breiðaskarð og Ella Norðberg Heinesen eru valdar tiltakslimir í ávikavist tvey og eitt ár.

Sostatt eru í nevndini; Bingerð H. Fosságil, Linda Arnfríðardóttir Jacobsen, Malan Hansen, Elisabeth Eið Eliasen, Elsebeth Samuelsen og tiltakslimirnir Annika Eliasen Breiðaskarð og Ella Norðberg Heinesen.

Nógv er at tríva í hjá nýggju nevndini, nú sáttmálasamráðingar eru fyri aftur í heyst. Nevndin skipar seg á komandi nevndarfundi, ið verður í mai.