08. des. 2022
UMBOÐSRÁÐSVAL.
Umboðsráðsval hjá Ognarfelagnum LÍV verður í januar. Uppstillingin er byrjað, og hon heldur fram til hósdagin í komandi viku.
Heilsurøktarafelagið hevur nógvar limir, sum hava rætt og møguleika at stilla upp.
Nú er at halda seg til og seta sín dám á LÍV við at stilla upp til umboðsráðið.
Øll, sum eru kundar í LÍV, kunnu stilla upp til ráðið.
Sí meira á liv.fo/val