Búmerki hjá Heilsurøktarafelag Føroya
29. des. 2022

LØNIRNAR Í VÆLFERÐARSTØRVUM SKULU LYFTAST.

Til lukku, tit, sum vórðu vald á løgtingsvalinum í ár. Til lukku, tit, sum komu í stjórn og til lukku við nýggja samgonguskjalinum, vit øll!

Nú ið løgtingsvalið er avgreitt og jólahøgtíðin er farin aftur um, hava stundir endiliga verið at lesa samgonguskjalið. Yvirskriftin til hendan stubban er tikin úr samgonguskjalinum.

Longu á fyrstu síðu í nýggja samgonguskjalinum eru høvuðsmálini sett greitt upp. Eitt av høvuðsmálunum er, at “Vit vilja tryggja vælferðartænasturnar og eina burðardygga langtíðarfígging, skapa betri tænastu til fólk og lyfta lønirnar, útbúgvingarnar og arbeiðsumstøðurnar í vælferðarstørvum.”

Takk fyri tað – vit eru til dystin fús!

Heilsurøktarafelagið er eitt av fakfeløgunum, sum júst vóru byrjað upp á sáttmálasamráðingar, tá ið valið varð útskrivað. Nú valið er av, samgonga er skipað og gerandisdagurin so smátt fer at fara í gongd aftur, er tað við góðum treysti, at vit síggja fram til, at samráðingarnar verða tiknar upp aftur í nýggja árinum.

Vit fara altíð undir samráðingar við góðum treysti, men tað er einki at taka seg aftur í, at tað mangan hevur verið trupult at koma til samráðingar orsakað av viðurskiftum, sum vit ikki sjálvi hava havt ávirkan á. Eitt nú hevði koronufarsóttin stóra neiliga ávirkan á seinastu sátmálasamráðingarnar.

Tí er tað við eini serligari optimismu, at vit taka samráðingarnar upp aftur í nýggja árinum. Endiliga hava vit  eitt virðiligt grundstøði at samráðast útfrá. Endiliga er nakað, sum bendir á eina fatan av fakinum og ein góðan vilja til at veita eina hóskandi løn fyri tað arbeiðið, heilsurøktarar hvønn dag útinna.