FRÁBOÐAN AT STILLA UPP TIL FORMANSVAL OG NEVNDARVAL.
Fráboðan um at stilla upp til formansval og nevndarval. Forkvinna/maður, tveir nevndarlimir og ein tiltakslimur skulu veljast til aðalfund felagsins 22. apríl 2023 í Kongshøll.
- Brot úr viðtøkunum hjá felagnum: § 7. Aðalfundurin verður hildin á hvørjum ári í apríl. Nevndin ásetir tíð og stað fyri aðalfundin, sum verður kunngjørdur í minsta lagi tvær vikur frammanundan við lýsing í minsta lagi einum av føroysku bløðunum og á heimasíðu felagsins.
Stk. 4. Forkvinnu/formansval skal hava serstaka fráboðan í fyrstu aðalfundarlýsing og skal setast á skránna, sum verður kunngjørd limunum fyri aðalfundin Sambært § 7, stk. 2. kunnu allir limir skrivliga bera fram uppskot til viðgerðar á aðalfundinum.
Øll uppskot skulu vera forkvinnuni/formanninum í hendi 14 dagar áðrenn ásetta aðalfundin.
Uppstillað verður á tann hátt, at boðað verður skrivstovu felagsins skrivliga frá, um limur sjálvur ynskir at stilla upp. Um limir stilla annan lim upp enn seg sjálvan, skal hetta gerast saman við skrivligari váttan frá tí uppstillaða, og skulu hesi uppskot vera felagnum í hendi seinast lagi mikudagin 15. mars 2023.
Uppskot til umrøðu á aðalfundinum skulu vera okkum í hendi seinasta lagi mikudagin 15. mars 2023.
Nevndin