Búmerki hjá Heilsurøktarafelag Føroya
01. mar. 2023

KOM VIÐ Á AÐALFUND.

Nú nærkast aðalfundurin, sum í ár verður hildin 22. apríl.

Freistin at tekna seg er 15. mars og nevndin vónar at síggja nógvar limir á aðalfundinum.
Aðalfundurin hevur, sum kunnugt, hægsta ræði í øllum viðurskiftum felagsins. 

 
Freistin at stilla upp til forfólkaval og til nevndarval er 15. mars og tað sama er freistin at seta fram uppskot um evni til umrøðu á aðalfundinum. 

Nevndin