Búmerki hjá Heilsurøktarafelag Føroya
07. mar. 2023

LÍV HEVUR FUNDIR UM PENSJÓNSSKIPAN.

LÍV bjóðar limum í Heilsurøktarafelagnum til kunnandi fund um pensjónsskipanina, sum er gjørd sambært avtalu við Heilsurøktarafelagið.

Í hesi framløgu verður tó serligur dentur lagdur á, at allir limir, sum eisini hava eina pensjónsskipan í Danmark (PKA ella Pensam) rinda skatt til danska statin. 

Borgarar, sum ikki búgva í Danmark kunnu søkja Skattestyrelsen um frítøku. Í LÍV eru tey vitandi um, at nakrir limir hava fingið hesa frítøku, men tó er tað framvegis meginparturin, sum ikki hevur søkt enn.

Á fundunum verður møguleiki at útfylla viðkomandi skjøl, soleiðis at umsóknirnar kunnu avgreiðast av LÍV.

Tey gleða seg at síggja limir í Heilsurøktarafelagnum til tiltakið, sum sjálvsagt eru vælkomin at spyrja um síni ivamál á hesum økinum.

Fundirnir vera í Smæruni í Havn mánakvøldið 13. mars kl. 19:00, á Hotel Tvøroyri týskvøldið 14. mars kl. 19:00 og í Bowlinghøllini í Leirvík hóskvøldið 16. mars kl. 19:00.