VAL FYRI FRAMMAN.
Sigast kann, at stríðsval er fyri framman, nú tað er greitt, at tvær ynskja at gerðast forkvinna í Heilsurøktarafelagnum og fýra ynskja at gerðast nevndarlimir í felagnum.
Hetta er greitt eftir at uppstillingarfreistin til hesi bæði valini var úti í gjár.
Tá freistin at stilla upp var farin, høvdu tvær kvinnur boðað frá, at tær stilla upp til forfólkavalið hjá Heilsurøktarafelagnum hesaferð, og fýra høvdu boðað frá, at tær stilla upp til nevndarvalið, har tveir nýggir nevndarlimir skulu veljast.
Bingerð H. Fosságil hevur røkt starvið sum forkvinna í Heilsurøktarafelagnum síðan í august 2021. Hon stillar upp til forfólkavalið, sum fer fram 27. mars til 3. apríl. Anna Kristina Hansen stillar somuleiðis upp til forfólkavalið.
Linda Arnfríðardóttir og Malan Hansen vórðu valdar í nevndina hjá Heilsurøktarafelagnum í apríl 2021. Tær stilla báðar upp aftur til nevndarvalið, sum fer fram 5.-12. apríl. Anna Kristina Hansen og Annika E. Breiðaskarð stilla somuleiðis upp til nevndarvalið.
Øll valini uttan valið av tiltakslimi verða hildin elektroniskt undan sjálvum aðalfundinum.
Aðalfundurin hjá Heilsurøktarafelagnum verður í ár hildin í Kongshøll hin 22. apríl kl. 12:30.