Búmerki hjá Heilsurøktarafelag Føroya
21. mar. 2023

SAMAN MENNA VIT LOYSNIR.

Góðu limir!

Eg havi valt at stilla upp til forfólkavalið hjá Heilsurøktarafelagum hesaferð. Hetta er fyrstu ferð, eg stilli upp til hetta valið, men sum varaforkvinna fekk eg tann framíhjárætt at røkja starvið, tá ið seinast valda forkvinna fór í farloyvi og seinni valdi ikki at koma aftur í starvið. So eg veit, hvat tað er, eg stilli upp til.

Tað gongur ikki dagur, har vit ikki hoyra um vaksandi prísir upp á alt frá matvørum, til brennievni og húsalán. Og herfyri staðfesti Búskaparráðið enn einaferð, at tørvurin á eldrabústøðum er alsamt vaksandi. Men landsins myndugleikar hava enn ikki funnið út av, at útboð og eftirspurningur mugu fylgjast.

Tað merkir, at vit mugu hava fleiri fólk í útbúgving sum heilsurøktarar og vit mugu hava meiri í løn. Soleiðis nøkta vit framhaldandi tørvin á heilsurøkt og sjúkufyribyrging, og soleiðis verður tað liviligt hjá øllum borgarum í Føroyum. Hóast hetta kann ljóða einfalt, so er avbjóðingin samansett, eins og loysnirnar eru samansettar, men eg veit, at vit kunnu røkka langt við samráðingum.  

Seinastu mánaðirnar hava vit í nevndini saman við álitisfólkunum skipað fyri limafundum um landið. Eitt sindur sum á einum aðalfundi, so eru slíkir limafundir eitt gott høvi hjá limum í Heilsurøktarafelagnum at koma til orðanna, bara á einum minni formellum stað. Fundirnir hava verið sera gevandi og hava verið við til at inspirera meg til at halda fram í fakfelagspolitikki.

Sum sagt, eg stilli upp til forfólkavalið hjá Heilsurøktarafelagnum, sum byrjar um ein viku. Eg havi hollar royndir, fyrst sum álitisfólk, síðani sum nevndarlimur og varaforkvinna og seinasta hálva annað árið, havi eg verið virkandi forkvinna felagsins.

Mítt mál er at halda fram at varpa ljós á skeivleikarnar í okkara samfelag, og við støði í góðum samskifti og samstarvi í øllum liðum í okkara felag at tala okkara søk, tí saman menna vit loysnir.

Gott val!  

Bingerð H. Fosságil