Búmerki hjá Heilsurøktarafelag Føroya
26. mar. 2023

YNSKJA TIT BROYTINGAR?.

Eg eiti Anna Kristina Hansen og var útbúgvin sum heilsurøktari í Danmark í 2008. Eg havi starvast
sum heilsurøktari í sjúkrahúsverkinum og innan eldraøkið, bæði í Danmark og Føroyum, og havi tí
drúgvar royndir sum heilsurøktari.
Til dagligt starvist eg á Urd í Hoyvík, og eri trygdar- og álitisumboð á staðnum.
 
Eg havi latið meg uppstilla sum forfólk ella nevndarlim til komandi val, tí eg brenni fyri yrkinum og
viðurskiftum hjá limum felagsins og at fáa so góðan sáttmála sum yvirhøvir gjørligt og ynskji so
inniliga, og síggji dagliga, at her má koma broyting í, um okkara yrki skal verða lív lagað, so at fólk í
framtíðini tíma og vilja taka sær útbúgving sum heilsurøkari. At útboð og eftirspurningur fylgjast
at.
 
Eg fari miðvíst at arbeiða fyri:
Hægri løn, styttri arbeiðsviku, og at tað skal løna seg at starvast fulla tíð
At okkara yrki fær tað virðing og viðurkenning innan heilsu- og eldraøkið tað hevur uppiborið
At arbeiðsgevarin veit, hvørjir førleikar ein heilsurøktari hevur og at hesir verða brúktir til fulnar
At tímalønt vinna sær rætt til fulla pensjón
At heiligdagsískoyti verður veitt, sjálvt um ein heilidagur fellur á ein sunnudag
Betri møguleikar til førleikamenning
Krav uppa 8 tímars vaktir
At Heilsurøktarafelagið verður gjørt meira sjónligt í samfelagnum.
Eg fari at ynskja øllum eitt gott val.
 
Vinarliga heilsan
Anna Kristina Hansen