KLÁRT AT VELJA .
Frá á middegi í dag, 27. mars, og fram til 3. apríl kl. 16:00 ber til at atkvøða til forkvinnuvalið 2023 hjá Heilsurøktarafelagnum.
Limir í Heilsurøktarafelagnum, sum hava valrætt kunnu velja á elektronisku atkvøðugreiðsluni.
Leinki við persónligum atkvøðuseðli er sent limum á telduposti í dag. Atkvøtt verður eftir leiðbeiningini í teldupostinum. Kanna um tú hevur fingið leinkið sendandi, og hygg eisini um tað møguliga er endað í spammfiltrinum, um tú ikki sært tað beinanvegin.
Tað er Advokatvirkið, ið umsitir valið vegna felagið, og tað er sambært viðtøkum felagsins, at atkvøtt verður talgilt.
Hevur tú tekniskar trupulleikar í samband við at velja, so er at seta seg í samband við veitaran, sum kunnað er um í teldupostinum við leinkinum.
Atkvøðan er dulnevnd.