Búmerki hjá Heilsurøktarafelag Føroya
23. apr. 2012

TVEY FAKFELØG LAGT SAMAN - HEILSURØKTARAFELAGIÐ STOVNAÐ.

Leygardagin 21. apríl var aðalfundur at leggja saman Almanna- og heilsurøktarafelagið og Føroya Psykiatrifelag til Heilsurøktarafelagið.

Aðalfundurin var á Hotel Føroyum. 89 limir møttu til aðalfundin. Til veitsluna um kvøldið vóru einir 110 limir.

Nevndin í Heilsurøktarafelagnum er:
Majbritt Mohr, forkvinna, Kerstin Laksáfoss, næstforkvinna, Gunvør Sigurðsson, Jóhanna Henriksen og Sveinbjørn Olsen.

Tiltakslimir: Anna Britt Eið og Sunrid Berg.

Marita Sivertsen, heilsurøktari úr Klaksvík, vann búmerkjakappingina. Frá Heilsurøktarafelagnum fekk hon eitt blómutyssi og tveir ferðaseðlar á rutunetinum hjá Atlantic Airways.