Búmerki hjá Heilsurøktarafelag Føroya
24. mar. 2021

FYRILESTUR Í AULUNI.

Eldranýskipanin - røkt eftir marknaðartreytum?

Mikukvøldið 24. mars verður áhugaverdur fyrilestur við Jónleivi Joensen, cand.scient.pol. Fyrilesturin verður í Auluni í Finsen, og snýr seg um eldranýskipanina, ið skal eftirmetast í ár.

Eisini verður høvi at seta spurningar og gera viðmerkingar til fyrilesturin.

 

Seinni fara SWAY at framføra nøkur løg.

 

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin, men vegna koronu, mugu fólk siga okkum frá luttøku við at senda ein teldupost til heilsurokt@gmail.com