Búmerki hjá Heilsurøktarafelag Føroya
05. nov. 2018

SKEIÐ UM FAKLIGAN SAMLEIKA.

Fá meira at vita um, hvussu TÚ UMBOÐAR TÍTT FAK, tá tú orðar tínar fakligu kompetansur, so onnur vita júst, hvar tú gert ein mun,hvussu tú stendur trygg/ur, tá tú orðar tínar kompetansur fyri øðrum, virkar á gáttini millum perssónligan og fakligan samleika, myndar samleikan, heilsurøktarin hevur í starvi og samfelag og tekur lut í skapanini av einum føstum, kendum fakligum samleika! Undirvísari er Mona Maria úr Fugloy Master, coach og terapeutur í NLP, og undir útbúgving til NLP-venjara. Sjúkrarøktarfrøðingur frá 1998 og seinni cand.cur. (kandidatur í sjúkrarøkt við sergrein í leiðslu og fakligari menning) Leinki: monamariafugloy.dk Tekning á tlf.: 515670 - 315670 ella á heilsurokt@gmail.com Stað: Grønlandsvegur 56 Kostnaður: 350 kr Kto nr.: 9181 172.518.3