Nýggja semjan.
Her er semjan um nýggjan sáttmála millum Heilsurøktarafelagið og Fíggjarmálaráðið, og millum Heilsurøktarafelagi og Kommunala arbeiðsgevarafelagið:
Talan er um eina 2 ára semju, ið byggir á lønarhækkan í prosentum.
- Tann 1. oktober 2022 hækkar lønin 3,8%
- Tann 1. oktober 2023 hækkar lønin 4,04%
Broyting er gjørd í § 1 Sáttmálaøki
Núgaldandi stk. 2 verður strikað. Sett verður inn nýtt stk. 2, sum er soljóðandi: „Autoriseraður heilsurøktari merkir persónur, sum hevur lokið útbúgving við autorisatión sambært lóg um almanna- og heilsuútbúgving.”
Eisini er broytingar í § 3 Setanarbræv og starvslýsingar
- Núgaldandi stk. 2 verður strikað. Sett verður inn nýtt stk. 2, sum er soljóðandi: ”Leys størv, sum sett skulu verða eftir hesum sáttmála, skulu verða lýst leys á stovninum og alment. Tó er ikki neyðugt at lýsa starv leyst um starvstíðin er styttri enn 6 mánaðir. Leiðslan kann í einstøkum føri, í samráð við álitisfólkini loyva, at starv bara verður lýst innanhýsis, millum tey starvsfólk, sum frammanundan eru í føstum starvi. Sama er galdandi, tá ið lýst verður eftir fyribilshjálp o.ø. Tilskilast skal, hvat starvið umfatar.
- Er talan um nýtt starv, sum ikki higartil er flokkað, skal Fíggjarmálaráðið / Kommunala Arbeiðsgevarafelagið samráðast við Heilsurøktarafelagið um flokking, áðrenn starvið verður lýst leyst”.
- Núgaldandi stk. 4 verður strikað. “Tey størv, sum eru sett við fólki, sum ikki lúka førleikakrøvini sambært § 1, skulu lýsast leys ½ hvørt ár, so at fólk, sum lýkur førleikakrøvini sambært § 1 fáa møguleika at søkja hesi størv”.
Dagføringar eru gjørdar í § 4:
- Stk. 1. Pleygari gongur stigini: 1-7.
- Stk. 2. Heilsurøktari gongur stigini: 1-7.
- Stk. 3. Sjúkrahjálpari gongur stigini: 1-7.
- Stk. 4. Røktarheimsassistentur gongur stigini: 1-7.
- Stk. 5. Ítrivsvegleiðari gongur stigini: 1-7.
- Stk. 6. Neurofysiologassistentur gongur stigini: 3-9
Deildarleiðarar
Flokking av deildarleiðarum:
- Deildarleiðari 1: stig 19
- Deildarleiðari 2: stig 21
Eisini er nýtt stk 2 sett í § 18 Sjúka:
Stk. 2. Starvsfólk hava rætt til frí uttan lønarmiss í samband við, at barn teirra er sjúkt. Hetta er galdandi fyri í mesta lagi 2 dagar hvørja ferð og í mesta lagi 10 dagar árliga. Hava tey 2 ella fleiri børn, kunna tey fáa frí upp til 20 dagar árliga uttan lønarmiss”.
Haraftrat er broytingar í § 5 Viðbøtur:
Frítíðarlegugjald
Galdandi frá 1. oktober 2023.
Nýggj orðing, sum er soljóðandi:
Gjald fyri summar- og frítíðarlegur
Fyri gerandisdagar verður latin eykaviðbót svarandi til kvøldviðbót fyri 16 tímar um samdøgrið.
Fyri leygar-, sunnu- og halgidagar og serstakar frídagar verður latið tað tvífalda av omanfyri nevndu gerandisviðbót. Treytin fyri at nýta hesa avtalu er, at talan er um eina frammanundan avtalaða og avmarkaða tíð, og at veruliga er talan um leguupphald.
Kvøldviðbótin er eins og ásett í lønartalvuni hjá Føroya Pedagogfelag.
Bólkaleiðari:
Galdandi frá 1. oktober 2023.
Nýggj orðing, sum er soljóðandi: “Verður starvsfólk sett sum bólkaleiðari, verður veitt viðbót sum er kr. 2.200 um mánaðin. Viðbótin verður veitt fyri ábyrgd og vansar, sum fylgja við starvinum, so sum at svara telefon eisini heima og er ikki samsvarandi setanarbrøkinum.
Harumframt er broyting í § 10 b) Sett verður inn tilkallivakt ístaðin fyri vakt.