LINDA AFTURVALD OG ANNIKA NÝVALD.
Linda Arnfríðardóttir og Annika E. Breiðaskarð eru nevndarlimir í Heilsurøktarafelagnum komandi tvey árini
Eftir at freistin at velja nevndarlim var úti 12. apríl, varð greitt, at Linda Arnfríðardóttir og Annika E. Breiðaskarð eru nevndarlimir í Heilsurøktarafelagnum komandi tvey árini. Linda hevur verið nevndarlimur seinastu tvey árini, og sostatt varð hon afturvald, meðan Annika stillaði upp á fysta sinni og er harvið nývald í nevndina.
Afturat teimum vóru Malan Hansen og Anna Kristina Hansen uppstillaðar til valið.
Vit takka Maluni fyri sítt dygga ískoyti til nevndararbeiðið hesi fýra árini, hon hevur verið nevndarlimur, og Onnu Kristinu fyri, at hon bjóðaði seg fram.
Í nýggju nevndini í Heilsurøktarafelagnum eru Bingerð H. Fosságil forkvinna og nevndarlimir eru Elisabeth Samuelsen, Elisabeth Eið Eliasen, Linda Arnfríðardóttir og Annika E. Breiðaskarð.
Leygardagin 22. apríl verður ársaðalfundurin hjá Heilsurøktarafelagnum. Tá skal ein tiltakslimur veljast.