Frá aðalfundinum.
Ársaðalfundurin hjá Heilsurøktarafelagnum varð hildin í Kongshøll í gjár.
Bingerð H. Fosságil, forkvinna í felagnum, byrjaði fundin við at lesa ársfrágreiðingina hjá nevndini, sum sigur frá virkseminum síðani seinasta aðalfund.
Gestarøðari í ár var Sirið Stenberg, landstýriskvinna í almanna- og mentamálum. Hon hevði nógv áhugavert við í røðu síni. Millum annað kom hon inn á nýggja hugtakið umsorganartrygd, sum vit óivað fara at hoyra nógv meira um framyvir.
Aðalfundurin takkaði eisini fráfarnu forkvinnuni, Rakul í Gerðinum, fyri ta tíðina, hon hevur staðið á odda fyri felagnum.
Lívligt kjak var á fundinum um tey nógvu og ymisku viðurskiftini, sum gera seg galdandi fyri limirnar í Heilsurøktarafelagnum.
Valini av forkvinnu og nevndarlimum vórðu eisini kunngjørd. Hetta er fyrstu ferð, at talgilt val hevur verið í Heilsurøktarafelagnum, og luttøkan var met høg. Val av tiltakslimum fer kortini fram á aðalfundinum. Tvey valevni stillaðu upp, og tey vórðu vald uttan atkvøðugreiðslu.
Í nevndini í Heilsurøktarafelagnum eru nú Bingerð H. Fosságil, forkvinna, Annika E. Breiðaskarð, Elisabeth Eið Eliasen, Elsebeth Samuelsen og Linda Arnfríðardótir, nevndarlimir, og Ella Norðberg Heinesen og Lovisa við Kykslið, tiltakslimir.
Nevndin skipar seg á nevndarfundi í næstum.