Eyka aðalfundur 24 septembur .
Innkalling til eykaaðalfund Nevndin í Heilsurøktarafelagnum kallar við hesum inn til eykaaðalfund. Dagur: Hósdagin 24. september 2026 Klokkan: 17.00 Stað: Hotel Hafnia, Tórshavn
Dagsskrá
1. Val av fundarstjóra og atkvøðuteljarum.
2. Framløga av uppskoti til broytingar í viðtøkum felagsins.
3. Orðaskifti.
4. Atkvøðugreiðsla um uppskotið til viðtøkubroytingar.
Nevndin leggur fram eitt samlað uppskot um broytingar í §§ 3, 4, 7, 9, 10 og 12 í viðtøkum Heilsurøktarafelagsins umframt reglur um gildiskomu og skiftið til nýggju valskeiðini.
Uppskotið fevnir millum annað um:
• tillaging av ásetingini um altjóða samstarv í § 3;
• málslig broyting í § 4, stk. 2;
• dagføring av reglunum um aðalfund og atkvøðurætt í § 7;
• dagføring av heitinum forkvinna/formaður til forfólk og broyting av valskeiðunum hjá forfólki, nevndarlimum og tiltakslimum í § 9;
• málslig broyting og dagføring av heitinum forkvinna/formaður til forfólk í § 10;
• dagføring av heitunum forfólk og næstforfólk í § 12; og
• reglur um gildiskomu og skiftið til nýggju valskeiðini.
Skjøl til fundin
Hesi skjøl eru partur av innkallingini : sjá viðfestu fílar
Sambært § 14 í viðtøkunum krevst, at í minsta lagi 2/3 av møttu limum felagsins atkvøða fyri uppskotinum, fyri at broytingarnar kunnu verða samtyktar.
Nevndin heitir á allar limir um at møta á eykaaðalfundinum.