Búmerki hjá Heilsurøktarafelag Føroya
26. nov. 2025

Heilsurøktaradagur – 26. novembur 2025.

Heilsurøktarar eru hjartað í heilsu- og almannaumsorgan í øllum Evropa. Sum lýst í samtyktini hjá EPSU frá 5. novembur í ár, vilja vit í EPN (European Council of Practical Nurses) varpa ljós á ómetandi ískoytið og yrkisliga stoltleikan hjá heilsurøktarum, eins og tørvin á betri arbeiðsumstøður fyri heilsurøktarar. Samtyktin bindir seg heilt greitt til at styrkja rættindini og kompetansurnar hjá teimum, sum starvast í heilsuøkinum – við serligum atliti at heilsurøktarum.

Endamálið hjá EPN er at fremja samstarv millum heilsurøktarar í Evropa, at styrkja fakligan samleika og førleikamenning, at arbeiða fram ímóti felags útbúgvingarmálum og yrkisstøði, eins og at verja sosialu og professionellu áhugamálini hjá limum okkara. Nevnda samtykt styrkir tað endamálið.
Samtyktin leggur dent á týdningin av, at heilsustarvsfólk, íroknað heilsurøktarar, fáa greiða viðurkenning fyri sínar kompetansur. Arbeiðið hjá EPSU prógvar, at hetta er ein evropeisk rørsla – har leikluturin hjá heilsurøktaranum sum skikkað heilsustarvsfólk er grundleggjandi.
Samtyktin hjá EPSU leggur dent á tørvin á etniskari rekturrering og millumtjóða viðurkenning av yrkisligum førleikum. Tað snýr seg um rættvísi, virðing og tign.
Samtyktin vísir á avbjóðingina við at hava eina aldrandi arbeiðsmegi í heilsurøktini. Fyri at varðveita heilsurøktarar í starvi er neyðugt við einum burðardyggum arbeiðsumhvørvi við:
- Skynsamari normering og arbeiðsbyrðu
- Møguleikum fyri førleikamenning og fjølbroyttum yrkisleiðum
- Aldurstillagaðum uppgávum og fleksiblum arbeiðstíðum
- Psykososialum stuðuli og tíð til at koma fyri seg
Hetta eru evropeisk viðurskifti. Arbeiðið hjá EPSU vísir, at vit standa yvir av líknandi avbjóðingum og at loysnir krevja millumlandasamtarv.
Heilsurøktarar hava uppiborið meira enn føgur orð – teir hava uppiborið handling. Samtyktin hjá EPSU frá 5. novembur er eitt úttrykk fyri solidariteti, virðing og áliti á framtíðina. Hon prógvar, at leikluturin hjá heilsurøktarum er avgerðandi fyri eitt vælvirkandi samfelag og at vit sum áhugafelag saman við EPSU sum fakfelag standa saman í stríðnum fyri betri umstøðum.
Vit heiðra allar heilsurøktarar á Heilsurøktaradegnum 26. novembur fyri sítt tol, sína vitan og sína umsorgan. Heilsurøktarar eru bulurin í okkara felags vælferð

Amet Tortor Ridiculus.