Ein sólskinssøga fyri heilsu- og vælferðarøkið.
At tað loksins er komið eitt broytingaruppskot um løgtingslóg um útbúgvingar á Heilsuskúla Føroya, sum ger tað møguligt hjá lesandi at fáa løn undir útbúgving er ein sólskinssøga fyri øll, sum framyvir fara at nema sær eina av hesum útbúgvingum. Harvið er tað í síðsta enda ein sólskinssøga fyri øll tey, sum hava tørv á teimum tænastum, hesi fakfólkini kunnu veita eftir lokna útbúgving. Um tað væl at merkja verður galdandi fyri allar næmingar.
Í uppskotinum til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heilsuhjálparaútbúgving, heilsurøktaraútbúgving og námsfrøðiliga hjálparaútbúgving, ið m.a. snýr seg um løn undir útbúgving, verður hædd tikin fyri tí samlaða heilsu- og vælferðarøkinum. Uppskotið byggir á eitt álit um løn undir útbúgving til útbúgvingarnar á Heilsuskúla Føroya, sum ein arbeiðsbólkur undir Barna- og útbúgvingarmalaráðnum varð settur at gera. Heilsurøktarafelagið hevur í áravís rópað varskó um vaksandi tørv á fakligheit á heilsu- og vælferðarøkinum, og okkurt bendir á, at tað verður lurtað eftir okkum og øðrum, sum vísa á hesa stóru avbjóðing, tí tekin eru um, at politiski myndugleikin er greiður yvir, at okkurt munagott má gerast fyri at fáa fleiri fólk at útbúgva seg. Eitt heitt evni í hesum sambandi hevur við jøvnum millumbili verið løn undir útbúgving til teirra, ið nema sær eina av heilsuútbúgvingunum á Heilsuskúla Føroya.
Álitið, ið liggur til grund fyri lógaruppskotinum, sum fer til viðgerðar í løgtinginum í næstum, hevur nettupp til endamáls at lýsa møguleikar og forðingar fyri, at løn ella hægri samsýning kann vera partur av útbúgvingunum, at viðgera ymsar hættir at skipa útbúgvingarnar soleiðis, at løn ella hægri samsýning enn verandi lestrarstuðul kann vera partur av útbúgvingini, at viðgera spurningin um, hvørt løn ella hægri samsýning eigur at vera fyri allar bólkar, ið taka útbúgvingina, ella um talan eigur at vera um persónar við royndum á økinum o.s.fr. Álitið hjá hesum arbeiðsbólkinum lýsir væl kompleksitetin í júst løn undir útbúgving sum ein hátt at eggja fleiri fólkum til at taka eina ella fleiri av heilsuútbúgvingunum, sum Heilsuskúli Føroya bjóðar.
Tað sigur ikki so lítið um uppskotið, at bólkurin als ikki er samdur um, hvør rætta leiðin er at ganga viðvíkjandi løn undir útbúgving til heilsuútbúgvingarnar, og faktiskt meta vit tað sum eina dygd í lýsingunum av væntaðum fyrimununum og vansunum við løn undir útbúgving, og viðgerðini av, hvørjum leisti ein slík skipan skal leggjast eftir. Tí verður ikki rætt framfarið, kunnu avleiðingarnar vera óbótaligar. Verða tað t.d. bara tey, sum lesa til heilsuhjálpara, ið fáa løn undir útbúgving, so eggjar tað ikki fólki til undir víðariútbúgvingina, sum er heilsurøktaraútbúgvingin. Og tað kann aldrin vera meiningin, at landsins myndugleikar vilja forða fólki í at víðariútbúgva seg, ella at forða heilsu- og vælferðarøkinum í at mennast.
Tey, sum vilja misskilja okkum, kunnu nú lættliga halda, at vit seta niður á heilsuhjálparar og heilsuhjálparaútbúgvingina. Tí vilja vit beinanvegin staðiliga afturvísa, at tað er ikki tað, vit gera. Einfaldi veruleikin er tann, at lokin heilsuhjálparaútbúgving er eitt krav fyri at sleppa inn á heilsurøktaraútbúgvingina, tí minkar heilsuhjálparaútbúgvingin í virði, um hon ikki reelt gevur atgongd til heilsurøktaraútbúgvingina, um skipanin ikki tekur hædd fyri at geva heilsurøktarum somu treytir at útbúgva seg undir sum heilsuhjálparum. Og tað hevði verið stórt spell fyri vælferðina.
Tað er nemliga ikki uttan orsøk, at tað í áðurnevnda áliti eitt nú verður sagt, at: “Kommunurnar vísa í hesum sambandi eisini á, at tørvurin kanska er størstur á fleiri útbúnum heilsurøktarum, orsakað av, at kompleksiteturin í heilsurøktini er øktur sera nógv seinnu árini - heldur enn fleiri heilsuhjálparum.”
Vit kunnu leggja afturat, at tað ikki er nakað nýtt, at kompleksiteturin í heilsurøktini er øktur. Tað merkir kortini ikki, at nakar av teimum fakbólkunum, vit í dag kenna sum ein natúrligan part av eldraøkinum, kann at takast burtur. Tvørturímóti eiga allir fakbólkar á økinum at samstarva, brúkaranum at gagni, og leiðslurnar at skipa arbeiðið so skynsamt sum gjørligt, eisini fyri at sleppa undan dupultfunktiónum.
Vit í Heilsurøktarafelagnum fegnast um lógaruppskotið um løn undir útbúgving, sum vit fara at svara upp á, áðrenn freistin er úti.
Vit vilja eisini eggja øllum, sum hava áhuga fyri evninum, at lesa álitið um løn undir útbúgving. Tað er á finna á heimasíðuni hjá Barna- og undirvísingarmálaráðnum: bumr.fo/fo/kunning/alit.
Vegna nevndina í Heilsurøktarafelagnum
Bingerð H. Fosságil, forkvinna