24. jan. 2025
Tólv heilsurøktarar fingið prógv .
Í gjár var prógvhandan í Heilsuskúla Føroya, har tólv heilsurøktaralesandi fingu prógv, og nú kunnu kalla seg autoriseraðar heilsurøktarar. Forkvinnan í Heilsurøktarafelagnum var, sum siður er, og helt røðu fyri nýklaktu heilsurøktarunum. Frá felagnum ynskja vit teimum øllum hjartaliga til lukku við útbúgvingini og blíðan byr í yrkinum.