Búmerki hjá Heilsurøktarafelag Føroya
17. des. 2024

Hol sett á samráðingarnar hjá Heilsurøktarafelagnum.

Hol sett á samráðingarnar hjá Heilsurøktarafelagnum Nú er hol sett á sáttmálasamráðingarnar hjá Heilsurøktarafelagnum. Felagið samráðist við Kommunala arbeiðsgevarafelagið og lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum. Innleiðandi fundur var í gjár, 16. desembur, og eftir nýggjár verður av álvara farið undir at samráðast um lønir og onnur sáttmálaviðurskifti. Við seinastu semjunum hjá øðrum fakfeløgum í huga, eru vónirnar góðar, nú farið verður inn í eitt nýtt ár við sáttmálasamráðingum fremst í skránni.