Búmerki hjá Heilsurøktarafelag Føroya
26. nov. 2024

26 novembur er altjóða heilsurøktaradagur. .

Heilsurøktaradagur verður hildin 26. novembur – European Council of Practical Nurses kemur saman í Helsinki. Í hesum sambandi er nýggj heimasíða hjá EPN tøk: https://europeanpracticalnurses.org/?fbclid=IwZXh0bgNhZW0CMTEAAR2gXfwSM4wJCBckr8p9RjqjV3pjJcQzw1VTTnYYvM0TMDwiPEbqoBn2H48_aem_vw1vvelm27CGKXNu3oFRXw

Í dag, 26. novembur, er dagurin hjá heilsurøktarum. Dagurin varpar ljós á týdningarmikla tað arbeiðið heilsurøktarar gera, og teirra ómetaliga ískoyti til samfelagið. Dagurin hevur eisini til endamáls at minna politiska myndugleikan í øllum Evropa á lyftini,  sum vórðu givini undir koronufarsóttini. Arbeiðsumstøðurnar og lønirnar hjá heilsustarvsfólkum mugu gerast betri.

Evropeiska felagið fyri heilsurøktarar (EPN) kemur eisini saman til aðalfund, har nevndin eisini verður savnað, í døgunum 25.-26. novembur.

Á tvídagafundinum verða aktuell evni í heilsurøktarahøpi viðgjørd, og mannagongdir í ymsu londunum samanbornar.

“Sambæriligir trupulleikar gerast alt fleiri í tali í heilsuøkinum allastaðni í Evropa, og í heiminum”, sigur Harri Järvelin, næstforfólk í finska heilsurøktarafelagnum, SuPer. “Búskapurin er avbjóðandi, og áhugin fyri at seta í starv og varðveita røktarstarvsfólk er minkandi”.

Aðalfundurin fer eisini at hava fokus á spurningar um yrkisliga støðu og tign, starvsfólkatal ella normering á starvsplássum og áhaldandi menningina av framhaldsútbúgvingum og yrkisleiðum hjá heilsurøktarum.

EPN er eitt felag fyri heilsurøktarar í Evropa, ið varð stovnað í 1980. Limalondini eru feløg fyri heilsurøktarar í Svøríki, Noregi, Danmark, Íslandi, Føroyum, Luksemborg og Finnlandi. EPN hevur sum mál at byggja upp samstørv millum heilsurøktarar í limalondum sínum og stuðla felags útbúgvingarmálum og øðrum yrkisligum evnum.

Í EPN-nevndini eru Harri Järvelin, næstforfólk, og Jaana Dalén, nevndarlimur, úr finska felagnum SuPer, og Ann Georgsson, forfólk, er úr svenska felagnum Kommunal.

Tøkk fyri virðismikið arbeiði

Evropeiski heilsurøktaradagurin er ólíkur Finskaheilsurøktaradegnum, ið verður hildin 27. januar. At tey í Finnlandi hátíðarhalda heilsurøktarar tá, er orsakað av, at undanfelagið hjá SuPer varð stovnað hendan dagin í 1948.

“Vit hátíðarhalda bæði tann nationala og tann internationala dagin, tí vit vilja takka øllum heilsurøktarum fyri tað lívsneyðuga arbeiðið teir gera allastaðni í heiminum”, sigur Harri Järvelin.