Búmerki hjá Heilsurøktarafelag Føroya
01. mai 2024

European Council of Practical Nurses .

Í døgunum 23-26 apríl vóru umboð fyri Heilsurøktarafelagið í Luxembourg á forfólkafund í Evropiska samstarvinum, European Council of Practical Nurses (EPN), sum er samstarv millum sjey lond Danmark, Norra, Svøríki, Ísland, Finland, Luxembourg og Føroyar.

Endamálið við hesum samstarvið er, at fakfeløgini úr hesum londum, koma saman at viðgera ymisk viðkomandi mál.
Hesafer umrøddu vit fleiri ymisk evnir so sum, førleikamenning, útbúgvingar, arbeiðsviðurskifti, normeringar, arbeiðstíðir, rekruttering av lesandi og útbúnum starvsfólki, altjóða heilsurøktaradagur, og felags heimasíðu.


Felags fyri øll londini í EPN, at starvsfólkatrotið er sera stórt, og tey standa í júst somu støðu sum vit í Føroyum. Tað eru ov fáar hendur, at taka sær av teimum ið hava tørv á hjálp.


Ein avbjóðing ið øll londini í EPN standa við, er Fast-Track skipanin, hendan skipanin hevur ikki ta ynskiligt effekt vegna málsligar avbjóðingar. Her er trupult at finna nakra loysn, tó so, er møguliga eitt samskiftis amboð innan valferðartøkni nakað ið kann hjálpa við hesi avbjóðing.


Eisini fingu vit vitjan av trimum umboðum úr heilsumálaráðnum i Luxembourg: Michele Wolter - chies nursing officer í Health ministry, Sylvana Antunes - President Higher Council Health Profession og Sergio Daconceicao -Vice President Higher Council Health.
Her var eitt sera áhugavert kjak, um hvussu heilsugeirin í Luxembourg er skipaður, og tey hava lógarfest sera greitt, hvat arbeiði hvør einstakur starvsbólkur ger, so tað er ongin ivi í, hvat ein heilsurøktari arbeiður við.

Nakrir sera gevandi dagar fyri okkum :) 



 
 

 
 
 
 

Amet Tortor Ridiculus.