Búmerki hjá Heilsurøktarafelag Føroya
12. feb. 2024

Aðalfundur 2024.

Aðalfundurin hjá Heilsurøktarafelagnum verður hildin á Panorama á Hotel Hafnia 20. apríl 2024. kl 14.00

Fráboðan um at stilla upp til nevndarval.

Úrslitini av nevndar- og tiltakslimavalunum verða kunngjørd á aðalfundi felagsins, sum verður á Panorama á Hotel Hafnia 20. apríl 2024 kl. 14.00.

Veljast skulu tveir nevndarlimir og ein tiltakslimur.

Uppstillað verður á tann hátt, at boðað verður skrivstovu felagsins skrivliga frá, um limur sjálvur ynskir at stilla upp. Um limir stilla annan lim upp enn seg sjálvan, skal hetta gerast saman við skrivligari váttan frá tí uppstillaða, og skulu hesi uppskot vera felagnum í hendi seinast lagið mikudagin 20. mars 2024 kl. 14.00.

Brot úr viðtøkunum hjá felagnum:

§ 7. Aðalfundurin verður hildin á hvørjum ári í apríl. Nevndin ásetir tíð og stað fyri aðalfundin, sum verður kunngjørdur í minsta lagi tvær vikur frammanundan við lýsing í minsta lagi einum av føroysku bløðunum og á heimasíðu felagsins.

Sambært § 7, stk. 2. kunnu allir limir skrivliga bera fram uppskot til viðgerðar á aðalfundinum. Øll uppskot skulu vera forkvinnuni/formanninum í hendi 14 dagar áðrenn ásetta aðalfundin.

Nevndin