Nakrar av lítlu loysnunum, sjúkrahússtjórin sóknast eftir.
Steinar Eirikstoft forstjóri í Sjúkrahúsverki føroya ásannar í viðtalu við Kringvarp føroya fríggjadagin, at starvsfólkatrot er ein vaksandi trupulleiki í heilsuverkinum. Hann sigur, at tað finst eingin einføld loysn upp á trupulleikan, men at trupulleikin kann basast við nógvum smáum loysnum. Ein av hesum smáu loysnunum kundi verið at søkt eftir heilsurøktarum til seingjardeildirnar á sjúkrahúsunum kring landið, ikki minst til Landssjúkrahúsið, sum hevur flest seingjardeildir og har lutfalsliga fáir heilsurøktarar eru í starvi . Hendan møguleikan nevnir forstjórin ikki í viðtaluni við Kringvarpið. Eg vil við hesum loyva mær at skoyta upp í kjakið um starvsfólkatrotið í eldra- og heilsuøkinum, at verða heilsurøktarar raðfestir, tá søkt verður eftir røktarstarvsfólki til sjúkrahúsverkið, so er longu ein av hesum smærru loysnunum funnin, sum stjórn nevnir. Sum føroyingur ferast vit til sjúkrahúsini í Danmar og har síggja við nógvar Heilsurøktarar á øllum deildum. ( tað danska heiti er Social- og Sundhedsassistentur) Í innslagnum í tíðindunum hjá KVF fríggjadagin nevnir Steinar Eirikstoft kortini, sum skilagott er, uppgávuflytingar frá starvsfólkabólkum til aðrar sum eina av smærru loysnunum. Her vil eg skoyta upp í, at verða teir heilsurøktararnir, sum longu eru til arbeiðis á okkara sjúkrahúsum hvønn dag harafturat nýttir á skilabestan hátt, soleiðis, at teir kunnu nýta allar sínar fakligu førleikar, so er enn ein av smærru loysnunum funnin. Við hesum trimum uppskotunum um batar á leiðini til at basa vaksandi starvsfólkatrotinum í heilsuøkinum ynski eg stjóranum í Sjúkrahúsverki føroya vælkomnum inn í eina nýggja arbeiðsviku. Heilsurøktarfelagið er til dystin fús.