Heilsurøktarafelagið lýsir fullan stuðul til Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. .
Áheitan til allar limir í Heilsurøktarafelagnum um ikki at taka upp verkfalsrakt arbeiði.
Heilsurøktarafelagið heitir á allar limir sínar um ikki at taka upp verkfalsrakt arbeiði, nú Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hava lýst verkfall frá mánadegnum 02.10-2023 kl 08, fyri limir teirra ið arbeiða á Landssjúkrahúsinum, á Suðuroyar sjúkrahúsið og Klaksvíkar sjúkrahúsið.
Allir limir í Heilsurøktarafelagnum, ið starvast á sjúkrahúsunum, skulu vera serliga ansin at tey ikki gera annað arbeiði, enn tað arbeiði, ið limirnir vanliga gera og skula tískil ikki taka vaktir hjá sjúkrarøktarfrøðingum ið eru í verkfalli.
Vit skulu minna á, at tað er arbeiðsætlanin, ið varð løgd undan verkfallinum, sum er galdandi fyri allar limir okkara.
Vegna nevndina í Heilsurøktarafelagnum.
Bingerð H. Fosságil, forkvinna