Búmerki hjá Heilsurøktarafelag Føroya
14. sep. 2023

Limafundur.

Limafundur verður 25 septembur kl 16 í hølum felagsins.

Tann 25/9-23 kl 16 verður limafundur fyri heilsurøktarar ið arbeiða á eldraøkinum, á bústovnum, á Landssjúkrahúsinum og í heimatænastu í Tórshavnar kommunu, VEKS, Vesturvón og almannaverkinum.

Høvið verður at hoyra um nýggja sáttmálan og venda øðrum evnum ið eru viðkomandi á tykkara starvsstaðið.

Okkurt gott verður til góman, og eisini verða nýggi sáttmálin og kalendarin at fáa.

Møtið fjølment!