FÓLKARÆÐI OG FRAMTÍÐ OKKARA.
Tað, sum hendir á politiska pallinum í hesum døgum, er ørkymlandi. Fakkunnleikin verður ikki virdur, og týdningarmikil mál verða ikki viðgjørd við tí álvara, sum tey hava uppiborið, men í stóran mun tagd burtur. Lógir verða smíðaðar og viðgjørdar í óðum verki, og stovnar verða niðurlagdir uttan at hugsað verður um avleiðingarnar. Vinnuni tørvar støðufesti, so hon kann arbeiða strategiskt skilabest, men við skiftandi politiskum signalum og lógarbroytingum eru eisini fortreytirnar hjá henni ótolandi.
Tíðindaskriv - 28. august 2013
Fólkaræðið stendur fyri falli, og hetta kunna vit sum borgarar ikki góðtaka. Vit stúra vit fyri framtíðini hjá Føroyum.
Hvar er fólkaræðið? Hvør er framtíðin hjá okkum? Kunnu vit liva við, at lógir verða viðgjørdar í skundi og skrumblaðar ígjøgnum? Kunnu vit liva við, at fakkunnleikin ikki verður virdur?
Nei, siga fakfeløg og politisk ungmannafeløg. Nú er nóg mikið. Fyri at varpa ljós á millum annað hesar stóru og týðandi spurningar, verður skipað fyri stórum mótmælistiltaki á Vaglinum leygardagin 31. august 2013 kl. 14.00.
Fakfeløg og politisk ungmannafeløg eru samd um at standa saman og vísa politisku skipanini ta styrki, ið er í fólkinum, og at tað er mark fyri, hvat man kann loyva sær.
Tiltakið er ikki partapolitiskt. Øll eru hjartaliga vælkomin at vera við í tiltakinum og at broyta ta støðu, sum nú er.
Akademikarafelag Føroya
Arkitektafelag Føroya
Bioanalytikarafelagið
Búskapar-og løgfrøðingafelag Føroya
Ergoterapeutfelagið
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Fysioterapeutfelag Føroya
Føroya Arbeiðarafelag
Føroya Byggifrøðingafelag
Føroya Fiskimannafelag
Føroya Lærarafelag
Føroya Pedagogfelag
Føroya Tekniska Lærarafelag
Føroya Verkfrøðingafelag
Havnar Arbeiðskvinnufelag
Havnar Arbeiðsmannafelag
Heilsurøktarafelagið
Heilsuhjálparafelag Føroya
Kost-og føðslufelag Føroya
Landsfelag handverkaranna
Leikarafelag Føroya
Ljóðsmøðrafelag Føroya
Magistarafelag Føroya
Maskinmeistarafelagið
Musikklærarafelag Føroya
Radiografar í Føroyum
Starvsmannafelagið
Yrkisfelagið Miðnám
Framsøkin Ung
Sosalistisk Ung
Unga Tjóðveldið